FFS sangir.

Sangløtur

Vov vov

Eg gangi runt í býnum sum eitt ólukkudýr
Í skrellispannini er bert papír
Eg kenni ikki pápa mín eg veit hann eitur Per
Eg veit heldur ikki hvør mamma mín er

Eg eri ein hundur og eg eiti Snar
Góðu tit øll hjálpið nú mær
Eg havi ongan partnara eg veit ikki hví
Eg leiti eftir mati og tað er eitt stríð

Vov vov vov vov vov vov vov vov
Vov vov vov vov vov vov vov vov

Tað kemur ein maður og tekur meg við
Koyrir meg í stóran bil
Hann startaði motorin og koyrdi av stað
Hvar fara vit kanst tú siga mær tað

Vit fóru inn í eitt hús
har lá ein lítil mús
nógvir hundar og bøla myrkt
tá vit komu inn bleiv tað púra kvirt

Eg bleiv koyrdur inn í eitt búr
aftan fyri ein múr
Nógvir hundar og bøla myrkt
tá vit komu inn bleiv tað púra kvirt

Eg eri ein hundur og eg eiti Snar
Góðu tit øll hjálpið nú mær

Vov vov..

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Fyri allar gávur
Mong tey klaga um veður og vind Onnur klaga um klæði og mat. Men eg vil ikki vera ein av teim, Milliónir ei hava mat og he…
Morgunsangir
So tak tá mínar hendur
1. So tak tá mínar hendur, og leið tú meg, so ferð at himni stendur mín allan veg! Eg kann ei ganga eina, nei, einki sti…
Kvæði
Øskudólgur og sópingarkona
1. Øskudólgur og sópingarkona hildu sær at gaman: hvussu skulu vit liva, tá ið vit koma saman? Niðurlag: Veturin líður,…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband