FFS sangir.
Morgunsangir
Harri, rætt mær hendur tínar
1. Harri, rætt mær hendur tínar,
signa allar leiðir mínar
dag og døpru vøkunátt.
Tá ið kinn av armóð bliknar,
og eg kenni, grundin viknar,
Harri, ger mær hjartað gott.
2. Kom til mín á hvíldartíma,
tá um leiðir fer at skýma.
Statt mær hjá um miðjan dag.
Og tá allir vinir svíkja,
og tá allar vónir víkja,
gev mær tolið sinnalag.
3. Lat meg tínar borgir hóma,
har sum túsund kertur ljóma,
tá ið verðin fellir meg.
Og úr hesum myrkurs díki
leið meg heim í ljósins ríki,
heim at finna sjálvan teg.
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Morgunsangir
Tað er trygt hjá tær
Tað er trygt hjá tær,
meg at biðja lær
og at syngja tær ein sang.
Hvar mín fótur fer,
ert tú altíð her,
mín Harri, mín G…
Sangløtur
Tjaldrið
Tjaldrið flýgur ta longu leið.
Koma og setast á sand og teig.
Trúliga koma tey ár um ár,
tekin um ljósari tíð, brátt vár.…
Jólasangir
Lítla fitta nissa mín
1. Lítla fitta nissa mín,
tú skalt fáa greyt í trygil tín,
jólagreyt við mandlu í.
Ja, so oysa vit uppí.
2. Mandlan me…