Súkklur, skutarar og prutl.

Til og frá skúla við súkklu

Sambært tilráðingunum frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd eiga næmingar yngri enn 10 ár ikki at súkkla í skúla (www.rff.fo/a-sukklu).

Næmingar, ið koma í skúla á súkklu, eiga at nýta súkkluhjálm, og súkklan skal vera í góðum standi. Næmingar eiga eisini at nýta endurskin og vísa ansni í ferðsluni.

Tað er ikki loyvt at súkkla í skúlatíðini.

Til og frá skúla við prutli/skutara

Næmingar, ið hava skutarakoyrikort, kunnu, um foreldrini loyva tí, koyra í skúla á skutara. Aldursmarkið til koyrikortið er 15 ár (www.rff.fo/a-prutli).

Kravið er tó, at bæði næmingur og skutari lúka ferðslutrygdarreglurnar, at skutarin er í góðum standi, og at næmingurin nýtir hjálm. Somuleiðis verður kravt, at øll, sum sita á skutara, skulu nýta hjálm.

Tað er ikki loyvt at koyra á skutara/prutli í skúlatíðini.

Hvar kunnu næmingar seta súkklur og skutarar frá sær?

Næmingar kunnu seta súkklurnar frá sær undir hálvtakinum við eystara enda á reyða skúla.

Skutararnir kunnu setast niðanfyri Thabor.

Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband