Søgan.
Fyrsti skúli í Fuglafirði var úti í Beiti við Garð, og kom eftir kommunulógina í 1872. Í 1882 var skúlin fluttur í gróthúsini á Bugnum, har ið bókasavn er í dag, og har kunningarstova eisini hevur verið í fleiri ár. Hesin skúlin hevði skúlastovu í øðrum endanum, og læraraíbúð í hinum endanum. Í 1917 varð skúlin fluttur í Høgnahúsini, men var aftur fluttur í gróthúsini í 1923, tá ið læraraíbúðin eisini bleiv gjørd til skúlastovu.
Gammli skúlin hevði tænt fyri seg, og nýggi skúlin skuldi vera nóg stórur til at rúma stórum toknkum. Einki var spart. Hofgaard, tann fyrsti føroyskt arkitekturin frá Kunstakademiinum, teknaði nýggja skúlan í Fuglafirði. Hann vildi hava eitt torn - eitt spír - sum eyðkenni fyri skúlan. Tó at hugskotið var óvanligt, tóku víðskygdu fuglfirðingarnir undir við tí.
Tá ið skúlin stóð liðugur í 1936 á Skarðsryggi, hevði bygdin fingið eitt nýtt sereyðkenni. Eitt tað fyrsta tú sást, tá ið tú komst til bygdina, var stóri skúlin við eyðkenda torninum. í 50ùnum bleyv tornið tikið niður. Í 1966 bleyv skúlin útbygdur við einum nýggjum tilbygningi, sum eisini hevði svimjihyl, serstovur og fimleikahøll. Síðan 1972 hevur eitt skúlasamstarv verið við Gøtu og Leirvíkar kommunu (nú Eysturkommunu). Samstarvi eitur Framvit, har næmingar frá 8.-10. flokk ganga á skúla í Fuglafirði.
Í 2005 varð nýggjur tilbygningur tikin í nýtslu, við nýggjari alis- og evnafrøðistovu, lívfrøðistovu, smíðstovu, smiðju og motorlærustovu, handarbeiðisstovu og bókasavni.
Í 2016 samtykti Fuglafjarðar býráð at lata byggja nýggjan barnaskúla við heitinum “Meira enn ein skúli”. Bygginevnd varð sett og eisini byggileiðsla at stýra arbeiðinum og spakin varð settur í jørðina í mars mánaða 2017. Nýggi barnaskúlin bleyv tikin í nýtslu tann 2. februar í 2022 og bleyv vígdur tveir mánað aftaná, tann 2. apríl.
Tornið - hetta sjónliga ýtið, ið bar boð um tann vitanargrunn, sum Fuglafjørður vildi verða, er nú ein farin tíð. Ístaðin er eitt annað, betur hóskandi eyðkenni hugsað inn í nýggja skúlan. Takið er nevniliga skapað, ein og hjartaslátturin á eftirlitsskermunum á eini hjartadeild. Ein øvugt kvadratrót - sjálvt lívið. Frá at vera nakað ekstern, ið tráað varð eftir, er vitanin nú vorðin ein intern drímegi. Nýggji skúlin er vorin hjartaslátturin í bugdini.
Við hesum stóra bygningsverki, ið stendur á neyvt sama staði, har gamli barnaskúlin frá 1936 stóð, hava vit umframt vanligar skúlastovur, ið hýsa øllum barnaskúlanum, fingið nýggj og góð hølir til umsitingina, nýggja lærarastovu, og lærararnir hava fingið serstøk fyrireikingarhølir. Á skúlanum eru nú eisini góðar umstøður til serøkið bæði við stovum og bólkarúmum.
Skúlabókasavnið hevur fingið stóra rúmd í nýggja skúlanum, og tað sama kann sigast um ítróttina. Stór og rúmlig ítróttarhøll er bygd, ið eisini lýkur øll krøv til flogbólt. Lærugreinin heimkunnleiki hevur fingið sera góðar umstøður, eins og tónleikur eisini hevur fingið - bæði við tónleikastovu og smærri venjingarhølum og upptøkuhøli. Leiklist hevur eisini fingið egið høli, ið liggjur beint við stóru og flottu miðhøllina, ið númar øllum næmingum skúlans. Hetta verður ivaleyst hjartað í skúlanum, sum kemur at vera miðdepilin bæði til spæl, felagsskap og framførslur.
Fuglafjarðar Skúli hýsir hvørt ár einum stórum kvøldskúla, við nógvum kvøldskúlatilboðum. Eisini heldur musikskúlin til í skúlanum.