Munnlig.
Munnlig próvtøka/roynd
9. og 10. flokkarnir hava munnliga próvtøku í juni. Undirvísingarstýrið ásetur á hvørjum ári 4 lærugreinir, sum næmingarnir skulu til próvtøku í. Hetta verður vanliga kunngjørt 1-2 vikur undan fyrstu próvtøkuni. 7. og 8. flokkarnir hava munnliga roynd sama tíðarskeið. Skúlin ásetur lærugreinarnar fyri 7. og 8. flokkarnar.