Førleikastovan.
Førleikastovan arbeiðir eftir einum leisti, ið leggur seg eftir at umboða menniskjafatan á tann hátt, at støði verður tikið í førleikunum hjá einstaka næminginum og menningarmøguleikum hansara.
Málið hjá Førleikastovuni er at rúma øllum næmingum skúlans á bestan hátt og at tryggja, at næmingar við serligum tørvi fáa eitt viðkomandi og skikkað undirvísingartilboð.
Tað er týdningarmikið í dagliga arbeiðinum í skúlanum, at hjálp og ráðgeving er tøk og skjótast gjørligt kann verða veitt.
Sambært kunngerð no. 95 frá 2. juli 2019 um førleikastovur
§ 1. Førleikastovan skal:
- samskipa námsfrøðiligu og sernámsfrøðiligu førleikarnar og átøkini í skúlanum,
- menna læruumhvørvið og menningarumhvørvið í skúlanum,
- miða eftir, at næmingarnir fáa neyðuga hjálp so tíðliga sum gjørligt,
- samskipa og gagnnýta servitanina, umframt at menna eitt gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð og mannagongdir, og
- menna eitt næmingalagað og innkluderandi skúlaumhvørvi, har allir næmingar fáa møguleika at mennast og læra, og fáa høvi at vera virknir í felagsskapinum.
Førleikastovan er innanhýsis vitanardepil skúlans. Samspælið millum Førleikastovuna og restina av skúlanum fevnir um ráðgeving og vitanardeiling til læraratoymið, einstaka læraran ella stuðul teirra í námsfrøðiliga arbeiðinum við ymsu tørvunum hjá næmingunum.
§ 5. Uppgávurnar hjá førleikastovunum eru:
- at menna gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð og,
- at vegleiða og ráðgeva lærarum í fakligum, námsfrøðiligum og sernámsfrøðiligum spurningum,
- at luttaka í kanningum og útgreinandi virksemi,
- at veita ráðgeving í sambandi við at gera læruætlan fyri einstakar næmingar, sbr. § 2, stk. 6 í kunngerð um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul,
- at skipa og samskipa sernámsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum í samstarvi við skúlaleiðaran og Sernám, og
- luttaka í námsfrøðiligum støðuroyndum og eftirmetingum.
§ 3. Manningin í Førleikastovuni er serlærarar, lesivegleiðari, AKT-lærarar, orðblindalærari og støddfrøðivegleiðari. Tilknýtt eru eisini skúlaheilsufrøðingur, SSP toymi og SI-lærari.
§ 6. Væleydnað inklusjón krevur, at lærarar, námsfrøðingar og stuðlar hava eina førleikastovu at venda sær til, har vitan verður uppbygd í tøttum samstarvi við tænastueindirnar - barnagarðar, aðrar skúlar, Sernám, Almannaverkið, barnaverd, Psykiatriska Depilin, Gigni og har verandi vitan verður gagnnýtt at menna gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð.
Førleikastovan skal stuðla lærarum í at náa endamálinum í undirvísingini, bæði á normaløkinum og á serøkinum. Á normaløkinum verður hugsað um ta vanligu undirvísingina. Á serøkinum eru teir næmingar, ið hava tørv á tímum vegna serligan tørv.
Starvsfólk:
Fridrikka Kjeld
Serlærari, orðblindaleiðari og leiðari á førleikastovuni
Telefon: 770090, teldupostur: fridrikka.kjeld@skulin.fo
Marta á Lakjuni
Lesivegleiðari
Telefon: 267190, teldupostur: marta.a.lakjuni@skulin.fo
Áshild Kristiansen
Støddfrøðisvegleiðari
Telefon: 580025, teldupostur: ashild.kristiansen@skulin.fo
Mary-Ann Zachariassen
AKT lærari
Telefon: 221245, teldupostur: mary-ann.zachariassen@skulin.fo