SSP .

 

SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung í Føroyum.

Heitið, SSP, er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum, Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi (løgreglu). Virkisøkið hjá SSP er øll børn og ung frá 0-18 ár.

Endamálið er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung.

 

SSP-arbeiðið verður skipað í trimum stigum: 

  • Alment: Arbeitt verður fyribyrgjandi fyri at menna hugburðin hjá øllum børnum og ungum, og fyri at menna førleikar teirra at taka rættar avgerðir.
  • Serstakt: Arbeitt verður málrættað við bólkum av børnum og ungum, sum sýna skaðandi ella kriminellan atburð.
  • ·Einstaklingar: Arbeitt verður við einstaklingum, sum hava framt lógarbrot og/ella hava álvarsligar trupulleikar at dragast við.

 

Virkisøkið hjá SSP-lærarum

Skúlin er helst týdningarmesti pallurin í SSP-samstarvinum, og allir skúlar hava tilknýti til ein SSP-lærara. Uppgávan hjá SSP-læraranum er yvirskipað at arbeiða við trivnaði og fyribyrging á øllum floksstigum í einstaka skúlanum.

SSP-lærarin hevur ávíst tímatal hvørja viku, sum verður nýtt til SSP-arbeiði. Tímatalið verður ásett út frá støddini á skúlanum.

 

SSP-lærarin skal:

  1. virka fyri góðum trivnaði og í samstarvi við Akt- lærarar, flokslærarar, stuðlar og flokstoymi at skipa fyri tiltøkum at fremja trivnað og fyribyrgja skaðandi atburð millum børn og ung.
  2. eygleiða, hvat rørir seg millum næmingar, hvussu samskift verður og veita starvsfólkum, næmingum og foreldrum vegleiðing í viðurskiftum, sum kunnu ávirka trivnaðin.
  3. kunna leiðslu og starvsfelagar um SSP-arbeiðið og luttaka á foreldrafundum eftir tørvi.
  4. luttaka í SSP-økisbólkinum og vera sambindingarlið millum skúlan og SSP-økisbólkin.
  5. undirvísa, ráðgeva og gera ætlan fyri SSP- arbeiðið í skúlanum sambært raðfestingum í Mál og mið og í samstarvi við SSP- ráðgevingina.

Meir kunning um SSP fæst á ssp.fo

SSP- lærari:

 

Áshild Kristiansen

Telefon: 580025

Teldupostur: ashild.kristiansen@skulin.fo

Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband