Trivnaðarætlan hjá Fuglafjarðar skúla
Í Fuglafjarðar skúla vilja vit, at allir næmingar trívast og mennast. Hendan trivnaðarætlan sigur, hvussu vit í skúlanum vilja vera hvør ímóti øðrum.
Í Fuglafjarðar skúla vilja vit
- At tað er pláss fyri øllum, og at vit hava umsorgan hvør fyri øðrum
- At øll læra at lurta hvør eftir øðrum og virða hvør annan
- At øll kenna seg sædd, hoyrd og viðurkend
- At øll tora at siga sítt
- At øll kenna seg trygg og mennast bókliga, handaliga og sosialt
- At øll fáa so gott sjálvsvirði sum gjørligt
- At øll kunnu arbeiða saman
- At tað er stuttligt at vera í skúla
- At mistrivnaður verður tikin í størsta álvara
Hvussu fáa vit øll at trívast í skúlanum?
Fýra avgerandi viðurskifti:
- Starvsfólk, sum eru tilvitaði um trivnað
- Foreldur, sum vísa samábyrgd
- At flokstoymið stimbrar undir eina góða floksmentan
- At fáa næmingar at siga frá, um tey varnast mistrivnað
Trivnaðarætlanin skal verða tikin fram á fyrsta fundi í námsfrøðiliga ráðnum í hvørjum skúlaári. Eisini skal hon vera á skránni til foreldrafundirnar í flokkunum um heystið.
Um alt ikki gongur, sum tað skal
Um næmingur vísir tekin um mistrivnað, skal skúlin taka stig til at bøta um hetta. Flokslærarin hevur ábyrgdina av hesum. Alt eftir hvat mistrivnaðurin snýr seg um, kann flokslærarin t.d.:
- Tosa við næmingin
- Tosa við heimið
- Tosa við toymið
- Tosa við flokkin
- Tosa við AKT-læraran
- Tosa við Førleikastovuna
- Tosa við SSP læraran
- Tosa við heilsufrøðingin
- Tosa við leiðsluna
Við støði í tí ítøkiliga málinum verða neyðug trivnaðarátøk sett í verk
Tekin um mistrivnað
Niðanfyri er ein listi við teknum, sum kunnu benda á, at alt ikki ruggar rætt, sum vaksin mugu taka í álvara bæði við hús og í skúla.
Næmingurin:
- vil ikki í skúla – sum heild ella ávís tíðarskeið
- torir ikki at ganga í og úr skúla – júkar um at verða koyrdur ella velur sjálvur ein umveg
- kemur til hús við oyðiløgdum bókum, lutum ella klæðum
- hevur blá merki, skursl ella aðrar løstir
- hevur ikki vinir við til hús
- hevur ongan góðan vin
- svevur illa – hevur marruna og grætur
- missir áhugan fyri skúlanum og klárar seg verri enn áður
- tykist at vera í ringum lag, tunglyntur ella í skiftandi hýri
- sigur seg ofta vera sjúkan, t.d. ilt í búkinum
Happing
Happing rakar tilvildarligt og skal fyribyrgjast og steðgast, tí árinini kunnu merkjast restina av lívinum. Happing hevur keðiliga ávirkan á trivnaðin í flokkinum og skúlanum sum heild.
Talan er um happing, tá ið onkur regluliga í ávíst tíðarbil verður illa viðfarin av onkrum øðrum.
Hvussu fyribyrgja vit happing?
- Vit eggja næmingarnar til at læra seg at loysa ósemjur á virðiligan hátt
- Vit arbeiða við at menna sosialu førleikarnar hjá næmingunum
- Vit læra næmingarnar at seta orð á sínar kenslur í staðin fyri t.d. at sláa
- Vit hjálpa næmingunum at loysa sínar ósemjur, tá ið tørvur er á tí
- Vit læra næmingarnar at hjálpa teimum, sum ikki hava tað gott, í staðin fyri einans at hyggja at
- Vit læra næmingarnar at kennast við sína ábyrgd í ósemjum
- Vit læra næmingarnar at leggja ósemjur aftur um seg
- Vit gera floksreglur í flokkunum
- Vit virka fyri góðum samstarvi millum skúla og heim, og trivnaður er fastur táttur til foreldraviðtalur
- Vit samstarva við heilsufrøðingin um trivnaðin hjá næmingum
- Vit vísa týðuliga, at happing verður ikki góðtikin
Hvat kunnu foreldur gera?
Tá ið foreldur varnast, at barnið verður happað, er týdningarmikið at skilja kenslurnar hjá tí og fram um alt at stuðla barninum.
Tað snýr seg um at bera so í bandi, at barnið aftur fær sjálvsálit og álit á, at tit saman kunnu loysa hetta.
Far í holt við trupulleikan sum nakað, ið kann og skal loysast
Setið tykkum í samband við flokslæraran, AKT-læraran og/ella heilsufrøðingin
Hvat kunnu foreldur gera til tess at fyribyrgja happing?
- Latið barnið hava vinir við til hús, so ofta tað hevur hug
- Tosið jaliga um floksfelagarnar og foreldur teirra
- Tosið jaliga um starvsfólk skúlans og skúlan sum heild
- Verið virkin í felags tiltøkum í flokkinum
- Raðfestið, at barn tykkara altíð fer í føðingardag hjá øðrum
- Bjóðið øllum flokkinum, øllum gentunum ella øllum dreingjunum í føðingardag í staðin fyri at velja nøkur
- Venjið barnið at loysa ósemjur við hús
- Síggið tað sum eina dygd, at tit eru við til at basa happing
- Tosið við barnið um munin á at smetta og siga frá, tá ið happað verður
- Vísið týðuliga, at happing verður ikki góðtikin
Ábyrgdarpersónar
Skúlastjóri | Berlys C. Nordendal | berlys.nordendal@skulin.fo | 238061 |
Varaskúlastjóri | Andrias Magnussen | andrias.magnussen@skulin.fo | 238067 |
AKT-lærari | Mary-Ann Zachariassen | mary-ann.zachariassen@skulin.fo | 506676 |
SSP-lærari | Áshild Kristiansen | ashild.kristiansen@skulin.fo | 580025 |
Forkv. í førleikastovu | Fridrikka Kjeld | fridrikka.kjeld@skulin.fo | 770090 |
Heilsufrøðingur | Inga Símunardóttir | ingas@gigni.fo | 562375 |