Skúlavegleiðing.

Allir skúlar í Føroyum hava ella eru knýttir at eini skúlavegleiðing, sum fevnir um allar næmingar í 1. - 10. flokk. Skúlavegleiðarin hevur eisini til uppgávu at kunna næmingar um teirra framtíðarmøguleikar.

Fuglafjarðar skúli hevur skúlavegleiðing, ið millum annað hevur til endamáls at stuðla og vegleiða næmingum í vali av lærugreinum í framhaldsdeildini, starvsvenjing í 9. og 10. flokki og ymiskum møguleikum, ið næmingarnir hava, tá fólkaskúlin er liðugur eftir 9. ella 10. flokk. 

Vegleiðingin og ráðgevingin verða skipað sum felags undirvísing, ráðgeving og leiðbeining fyri bólkar og sum einstaklingaráðgeving/leiðbeining.

 

Sambært kunngerð fevnir skúlavegleiðingin um: 

  • Lærugreina- og breytatilboð skúlans 
  • Vegleiðaraarbeiði í skúlanum
  • Onnur undirvísingartilboð enn fólkaskúlin
  • Møguleikar at lúka undirvísingarskylduna 
  • Skipan, upptøkukrøv, møguleikar o.a. í útbúgvingarverkinum 
  • Vinnu- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti 
  • Útbúgvingar- og virkisætlan fyri tann einstaka 
  • Vegleiðing í sambandi við at velja vallærugrein og breyt.
  • Vegleiðing til næmingar við serligum tørvi 
  • Vegleiðing í samband við, at næmingur fer úr skúlanum í ótíð. 

 

Skúlavegleiðarin hevur eisini til uppgávu at taka sær av starvsvenjingini hjá 9. og 10. flokkunum. 

Starvsvenjingin skal m.a. geva næmingum:

  • kunning um arbeiðsmarknaðin,
  • møguleika at royna ymisk arbeiði,
  • møguleika at taka lut í dagliga virkseminum á einum arbeiðsplássi og
  • betri førleika at velja útbúgving ella starv.

 


Kunngerðin frá 9. juni 2010, sæst her: Kunngerð nr. 69 um skúlavegleiðing

 

Skúlavegleiðari í Fuglafjarðar skúla er:

Magda Magnusdóttir

Telefon: 238065

Teldupostur: magda.magnusdottir@skulin.fo

 

Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband