Dátuverndarkunning.

Dátuverndarkunning hjá Fuglafjarðar skúla
 

Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Fuglafjarðar skúla at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini og at tann skrásetti er kunnaður um, hvat er skrásett um viðkomandi. 

Vit taka dátuvernd í størsta álvara, og hava tí samtykt hesa kunning, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar í sambandi við Fuglafjarðar skúla.

 

1. Vit eru dátuábyrgdari  
Fuglafjarðar skúli er dátuábyrgdari fyri viðgerina av teimum persónupplýsingum, ið vit hava móttikið í sambandi skúlan. Um tú hevur spurningar í sambandi við viðgerðina av tínum persónupplýsingum, dátutrygd ella trygdarbrot, ert tú vælkomin at seta teg í samband við skúlan:

Fuglafjarðar skúli

Mirmansvegur 48

FO-530  Fuglafjørður

Telefon: +298 238060

Teldupost: fug@skulin.fo

Á heimasíðuni www.ffs.fo sæst nær skrivstovan er opin. 

 

Um tú hevur spurningar til okkara viðger av tínum upplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk:

·       Teldupost: Send teldupost til fug@skulin.fo heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”

·       Telefon: Tú kanst ringja til skúlan á telefon +298 238060

·       Bræv: Fuglafjarðar skúli, Mirmansvegur 48, FO-530 Fuglafjørður, Att: dátuverndarfólk

 

2. Nær viðgerð Fuglafjarðar skúli persónupplýsingar um teg
Fuglafjarðar skúli viðgerð persónupplýsingar um teg, í sambandi við virksemi á skúlanum, tilmeldingar og tænastur, sum vit, sum skúli hava skyldu at veita næmingum. Persónupplýsingar verða viðgjørdar, um tú hevur sent skúlanum fyrispurning, umsókn, klagu ella starvsumsókn til skúlan.

3. Orsøkir til at skúlanum tørvar tínar persónupplýsingar
Fuglafjarðar skúli skal veita næmingunum allar lógarásettar tænastur og veitingar, í sambandi við tilboð í Fuglafjarðar skúla, tí er neyðugt hjá skúlanum at viðgerða tínar persónupplýsingar. 

Tað eru fleiri orsøkir til, at vit viðgerða tínar persónupplýsingar. 

Tað kunnu verða uppgávur, sum krevja viðger av tínum persónupplýsingum,  grunda á tann myndugleika, sum skúlin hevur.  Lærarin skal kunna seta seg í samband við teg, viðvíkjandi undirvísingartilfari, broytingum og avlýsingum.

3.1 Heimild fyri viðgerð
Skúlin nýtir hesar heimildir:  

·       Heimildin fyri viðgerini av vanligum persónupplýsingum, sum fer fram, er í § 8, stk. 1, nr. 1-5 og heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum  persónupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-4, og nr. 6-8, so stk. 2., umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.

·       Um vit savna og viðgera persónupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.

4. Sløg av persónupplýsingum
Skúlin viðgerð hesar persónupplýsingar um teg:

·       Fuglafjarðar skúli viðgerð vanligar persónupplýsingar sum t.d navn, bústað, telefonnummar, teldupost og aldur, men skúlin viðgerð eisini viðkvæmar upplýsingar so sum heilsuupplýsingar.

·       Skúlin hevur vakmyndatólsskipan, sum skrásetir tað, ið fer fram á skúlanum, við tí endamáli at fyribyrgja herverk og harðskapi, at tryggja ognir skúlans og fyri at verja næmingar og starvsfólk. Fráboðað er við skelting um vakmyndatól og neyvar reglur eru ásettar fyri, hvussu skipanin skal nýtast. Um tað verður neyðugt, kunnu upptøkur latast til løgregluna.

5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum
Fuglafjarðar skúli gevur vanliga ikki persónupplýsingar víðari, sum skúlin hevur savnað. Tó kann tað gerast neyðugt, fyri at halda lógarásettar skyldur, at vit senda persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari. Mentamálaráðið og Undirvísingarstýrið fáa m.a. hagtøl um skúlan og Sosialu myndugleikarnir hava atgongd til skjalahaldi hjá skúlanum.

Samstarvspartar hjá skúlanum kunnu vera: Bókhald og kommunan, Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið, Sosialu myndugleikarnir, húsavørðar, reingerðarfólk og onnur. Eisini samstarva vit við aðrar skúlar og stovnar o.s.fr.

Í summum førum nýta vit dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt.

6. Dátuflutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í  millumtjóðafelagsskapum
Fuglafjarðar skúli sendir, í útgangsstøðinum, ikki persónupplýsingar til veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond).

Um so er, at vit flyta tínar persónupplýsingar útum ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.

7. Hvaðani stava persónupplýsingarnar
Flestu upplýsingarnar koma frá tær ella tínum barni. Um barnið skiftir skúla, kunnu upplýsingarnar koma frá øðrum skúlaskipanum.

Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit savna upplýsingar um teg.

8. Tíðarskeiðið, sum persónupplýsingarnar verða goymdar
Fuglafjarðar skúli hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at skráseta longri enn neyðugt.

9. Tíni rættindi
Sambært dátuverndarlógini hevur tú eina røð av rættindum. Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.

Um tú ynskir at nýta tíni rættindi, skalt tú seta teg í samband við okkum (sí samskiftisupplýsingar í broti 1).

9.1 Rætturin til kunning í §§ 23-25
Tú hevur rætt til at fáa kunning um viðgerð av tínum persónupplýsingum.

9.2 Rætturin til innlit (§ 26)
Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum skúlin viðger um teg.

9.3 Rætturin til rætting (§ 27)
Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

9.4 Rætturin til striking (§ 28)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.  Rætturin er ikki treytaleysur, tí tað kunnu verða aðrar lóggávur, avtalur og ávís endamál sum áseta, at skúlin framhaldandi skal varðveita og viðgera tínar persónupplýsingar.

9.5 Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29)
Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir bert goyma persónupplýsingarnar.

9.6 Rætturin til dátuflutning (§ 31)
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

9.7 Rætturin til mótmæli (§ 32)
Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

Tú kanst eisini mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, um tær vera nýttar til beinleiðis marknaðarføring.

9.8 Rætturin at taka samtykki aftur
Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki at loyva skúlanum at brúka persónupplýsingarnar aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykkið, steðga. Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðger av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Tú kanst taka samtykkið aftur við at venda tær til skúlan á fug@skulin.fo, ella á telefon 238060.

10. Kæra til Dátueftirlitið
Tú kanst sambært § 76 í dátuverndarlógini kæra til Dátueftirlitið um tú ert ónøgd/ur við viðgerðina av tínum persónupplýsingum.

Metir tú, at Fuglafjarðar skúli ikki viðgerð tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at kæra til Dátueftirlitið, á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00.  Heimasíðan hjá Dátueftirlitinum er  www.dat.fo

 

Henda dátuverndarkunning er seinast dagførd, tann 27. februar  2025

Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband