Skrivligt.
Skrivligt
Á heysti og á vári eru 7., 8., 9. og 10. flokkarnir til skrivliga roynd. Royndirnar eru í føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði.
Í mai eru 9. og 10. flokkarnir til skrivliga próvtøku, og 7. og 8. flokkarnir hava ársroynd.
Vegleiðing
Uppgávurnar verða loystar inni á Wiseflow.
Forrit á teldunum:
Tað er hent at hava Office365 á telduni.
Kagi:
Firefox. Nýggjasta slepping kann takast niður ókeypis av netinum her: https://www.mozilla.org/da/firefox/new/)
Oyrnalurt
Allir próvtakarar skulu hava oyrnalurt við til skrivligu próvtøkurnar, tí tekstirnir verða lisnir upp umvegis teldu, ella tekstir kunnu á annan hátt hoyrast.
At goyma próvtøkuavrikið
Allir próvtakarar skulu duga at goyma eitt skjal, sum er skrivað í einum skriviforriti, sum PDF-skjal.
At lata próvtøkuavrikið inn
Skrivligu avrikini verða innlatin ígjøgnum Wiseflow royndarskipanina.
- Skriva við ”Times New Roman”
- Yvirskrift við stødd 16, og tekstin annars við stødd 12
- Reglumillumrúm 1.5 (halvanden linjeafstand)
- Reglubrot skulu vísast við dupultum regluskifti
- Breddin skal vera líka í høgru og vinstru síðu (lige margener)
- Breddin skal vera 2,54 cm í høgru síðu og vinstru síðu. Høvd og fótur skulu eisini vera 2,54 cm. Hetta er standarduppseting
Vegleiðandi stílalongd:
Føroyskt og danskt:
7.fl 1700 – 2600 tekn við millumrúmum
8.fl 2600 – 3700 tekn við millumrúmum
9.fl 3700 – 4900 tekn við millumrúmum
10.fl 4900 – 6100 tekn við millumrúmum
Enskt:
7.fl 1600 – 2100 tekn við millumrúmum
8.fl 2100 – 2500 tekn við millumrúmum
9.fl 2500 – 3700 tekn við millumrúmum
10.fl 3700 – 6100 tekn við millumrúmum
- Loyvt er at nýta teldutøkar orðabøkur og rættstavara
- Gevið tykkum tíð at rætta stílin væl og virðiliga, so úrslitið gerst so gott sum gjørligt
Støddfrøði (fimisrokning og greiðslurokning)
Í greiðslurokning verða uppgávurnar loystar við hond. Navn og flokkur hjá næminginum skal standa á øllum ørkunum, sum skulu rættast, umframt at øll innlatin ørk skulu vera leypandi talmerkt.
Krav til teldurnar
Mentamálaráðið fer ikki at áseta krav til teldurnar, sum skulu nýtast í próvtøkuhøpi, men ein leiðregla er, at teldan neyvan má vera eldri enn 4 ár. Teldan skal kunna brúka forritini, sum eru nevnd omanfyri.
Loyvd amboð v.m. Internetið er opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið.
Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Annað samskifti er ikki loyvt.
Næmingurin hevur ikki loyvi til at brúka lummaroknara í fimisrokning. Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit (t.d. Photomath) til at loysa av uppgávur í støddfrøði.
Brot á reglurnar førir til burturvísing frá royndini.
Reglur
Reglur til skrivliga roynd
- Næmingar skulu møta 15 min., áðrenn royndin byrjar
- Friður skal vera inni í royndarhølinum
- Næmingar skulu ikki samskifta sínámillum í royndarhølinum
- Tað er ikki loyvt at spæla spøl, hyggja at filmi, brúka tekniforrit og lurta eftir tónleiki á telduni meðan royndin fer fram
- Tað er ikki loyvt hava fartelefonir við til roynd
- Eftirlitsfólk skal fylgja við næmingi, um hann skal út úr próvtøkuhølinum, t. d. á vesi
- Næmingar skulu hava egna teldu og oyramikrofonir við
- Telda og annað próvtøkutilfar kann ikki takast út úr próvtøkuhølinum, fyrr enn próvtøkan er liðug
- Síðuhøvd til framseting og fyrisøgn liggur inni á ffs.fo.
- Næmingar skulu fara til hús, tá ið teir eru lidnir, tó kunnu næmingar úr Gøtu, Leirvík og av Kambsdali bíða í ávísari skúlastovu, til bussurin koyrir
- Um næmingur ikki heldur seg til galdandi reglur, verður hann burturvístur, og heimið verður kunnað um hetta
Loyvd hjálparamboð
Føroyskt framseting: Allir hjálparmiðlar loyvdir
Danskt framseting: Allir hjálparmiðlar loyvdir
Enskt framseting: Allir hjálparmiðlar loyvdir
Støddfrøði greiðslurokning: Allir hjálparmiðlar loyvdir
Støddfrøði fimisrokning: Allir hjálparmiðlar, uttan lummaroknari, loyvdir