Privatlívspolitikkur.

Privatlívspolitikkur fyri heimasíðuna ffs.fo

Inngangur

Í hesum privatlívspolitikkinum sært tú, hvørji vit eru, hvussu vit savna, goyma og nýta tínar upplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur hesum viðvíkjandi.

Dátuábyrgdari fyri Fuglafjarðar skúla er kt-vørðurin Eiler Hansen, tlf. 238040

Bústaður skúlans er:
Fuglafjarðar skúli

Mirmansvegur 48

530  Fuglafjørður

 

Telefon: 238060

Teldupost: fug@skulin.fo

 

Endamál og heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum

Tá ið tú sendir okkum eina umsókn um fríloyvi, savna vit upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum, er at viðgera og svara umsóknini, umframt at útinna neyðug praktiskt viðurskifti í sambandi við hetta.

Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Sløg av persónupplýsingum

Vit viðgera hesi sløg av persónupplýsingum um teg:

 

Navn á næmingi

Navn á foreldur/verja

Flokkur hjá næmingi

Orsøk til fríloyvi hjá næmingi

Møgulig viðmerking

 

Víðarigeving av upplýsingum

Vit víðarigeva tínar upplýsingar til okkara dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á ein góðan og tryggan hátt. Øll viðgerðin sum okkara dátuviðgerðar gera av tínum upplýsingum, verður gjørd eftir einari dátuviðgerðaravtalu, sum vit hava gjørt við dátuviðgerarnar.

 

Verða upplýsingarnar fluttar til útlond ella triðjalond?

Tá ið tú sendir okkum eini boð gjøgnum heimasíðuna, verða boðini send ígjøgnum Mandrill, ið goymir eitt avrit av boðunum í 90 dagar. Mandrill er ein tænasta hjá Mailchimp, ið heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Mailchimp kanst tú lesa her: https://mailchimp.com/legal/privacy.

Boðini, ið verða send ígjøgnum Mandrill, verða síðani goymd á telduposti frá Microsoft, ið m.a. Heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Microsoft kanst tú lesa her: https://privacy.microsoft.com/en-us/privacystatement.

 

Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

Upplýsingarnar, sum vit savna umvegis frymilin á heimasíðuni verða strikaðar árliga við skúlaársenda.

 

Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í samband við viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Tú kanst m.a. fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg og fáa upplýsingarnar strikaðar, undir ávísum treytum.

Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær til fug@skulin.fo. Vit seta okkum tá í samband við teg, um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi umframt at staðfesta tín samleika.

 

Rætturin til innlit

Tú hevur rætt til at biðja um innlit í teimum persónupplýsingum, sum vit viðgera um teg. Tað merkir, at tú kanst spyrja okkum um, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, til hvat endamál o.s.fr.

 

Rætt til mótmæli

Tú hevur rætt til at mótmæla, um tú ert ósamdur í, at ein ítøkilig viðgerð fer fram. Tað merkir, at upplýsingarnar framhaldandi kunnu nýtast til onnur møgulig lóglig endamál.

 

Rætt til rætting

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar rættaðar, sum tú ikki metir vera rættar.

 

Rætt til striking

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar strikaðar, sum tú heldur, at vit ikki skulu ella kunnu hava skrásettar. Hesin rætturin er ikki endaligur. Upplýsingarnar verða ikki strikaðar, um tær eru fevndar av aðrari lóggávu, ella um avtala og endamál geva rætt til at goyma persónupplýsingarnar.

 

Rætt til viðgerðaravmarking

Tú kanst biðja um, at viðgerðin av persónupplýsingunum verður avmarkað. Tað merkir, at persónupplýsingarnar ikki vera strikaðar, men at tær vera nágreinaðar, at tær ikki kunnu viðgerast og at atgongdin til at lesa tær verður skerdur.

 

Rætt til dátuflutning

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okkum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

 

Rætt til ikki at verða profileraður

Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerandi fyri, um ein avtala kann gerast.

 

Rætt at taka samtykki aftur

Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur.

Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

 

Rætt at kæra

Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á fug@skulin.fo.

 

Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú kæra til ella seta teg í samband við Dátueftirlitið. Upplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnur tú her: https://dat.fo.

 

Fuglafjarðar skúli

Mirmansvegur 48

530  Fuglafjørður

Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband