Skúlin.
Vælkomin til Fuglafjarðar skúla
Sum skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla, vil eg fegin bjóða tær vælkomnum, vegna øll okkum, sum á ein ella annan hátt eru partur av felagsskapinum her.
Karmar og bygnaður á okkara skúla gera tað møguligt hjá hvørjum einstakum næmingi at vera viðfarin sum eitt serstakt menniskja.
Nelson Mandela segði “Education is the most powerful weapon you can use to change the world”. “Útbúgving er sterkasta vápnið til at broyta heimin við”, tí tað gevur okkum betri førleikar til at skilja heimin, vit øll liva í.
Sum skúlafelagsskapur vilja vit saman byggja á mentan og siðvenju úr fortíðini og møta framtíðar avbjóðingum á ein nýskapandi og spennandi hátt.
Okkara størsta ynski er, at næmingar okkara, við stuðli og hjálp frá starvsfólkum og foreldrum/avvarðandi, fara at granska, læra at orða seg og skara framúr bæði fakliga og skapandi.
Somuleiðis ynskja vit, at næmingar sjálvstøðugt menna fakligar, sosialar, sálarfrøðiligar og kropsligar førleikar - og á henda hátt sýna ábyrgd fyri teirra umhvørvi og kringumstøðum, umframt at viðurkenna seg sjálvan sum ein persón, ið megnar at halda fram á lestrarleið og finna sítt pláss í samfelagnum.
Við ynskjum um, at samskifti og samstarv verið grundarlagið undir okkara hátti at vera og virka, so vit øll, sum starvast her, og á annan hátt brúka skúlan, kunnu menna okkum á bestan hátt, og altíð royna at betra um og stimbra vøkstur á skúlanum.
Vegna okkum øll – blíðar heilsur
Berlys C. Cañas Toftadal, skúlastjóri
Press here for more languages.
Búmerki til Fuglafjarðar skúla
Búmerkið er frá SANSIR og er sniðgivið sum ein samanrenning av tí Fuglafjarðar skúla stendur fyri.
Nýggja búmerkið avmyndar sermerkta skjøldurin á skúlabygninginum, ið hevur eyðkenna skapið av einum hjartasláttri. Búmerkið ber boð um, at skúlin er hjartaslátturin í økinum; ein miðstaður fyri øll við alskyns virksemi og tiltøkum.
Reyðu, gulu og grønu litirnir umboða menningarøkini: undirvísing, mentan og ítrótt, ið skúlin við øllum sínum nýggju hentleikum, hevur at bjóða á fremstu rók.
Við ymiskum vinklum og skapum verður stigjavna og siðbundna taktin víðka, og hetta ímyndar virðing fyri nýhugsan og ymiskleika. Sostatt er nýggja búmerkið ein áminning um, at Fuglafjarðar skúli er meira enn ein skúli.