Fráboðan um fráveru.

Næmingafrávera

Fráboðan um fráveru longri enn tveir dagar

Sambært politikki skúlans letur skúlin ikki fríloyvi til tiltøk, ferðir og tílíkt skúladagar.

Flokslærari kann tó sambært §8 í kunngerð um flokslæraran, geva næmingi frí upp til 2 dagar, og skal henda frávera fráboðast flokslæraranum.

Velja foreldur, verjar ella onnur avvarandi, at næmingar eru burtur úr skúla longri enn tveir dagar, átaka tit tykkum samstundis ábyrgd av undirvísingini, meðan børnini ikki eru í skúla. Hetta fyri at tryggja skúlaskapin hjá barni tykkara. Víst verður í hesum sambandi til heimasetning og/ella aðrar samskiftispallar, ið flokkurin nýtir.

Undirvísingarskylda er heimilað í §45 í Fólkaskúlalógini.

§ 45. Leiðari skúlans ansar eftir, at allir teir næmingar, sum eru skrivaðir inn í fólkaskúlan, taka lut í undirvísingini, smb. § 55, 5. stk..

Stk. 2. Er næmingur burtur frá undirvísingini, skulu foreldrini, smb. § 65, persónliga ella skrivliga geva skúlanum upplýsing um orsøkina til hetta. Er orsøkin til fráveruna sjúka, ið varir meir enn 2 vikur, kann skúlin krevja læknaváttan fyri fráveruna. Læknaváttan kann somuleiðis verða kravd fyri styttri endurtiknar fráverur vegna sjúku.

Við kunngerð er ásett, at árliga skúladagatalið hjá næmingunum er 193.

Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband