Telefonnýtsla.

Telefonnýtsla hjá 5. - 9. flokki

Tá næmingurin møtir í skúla á morgni, skal telefonin leggjast í ein kassa, sum hoyrir til ávísa flokkin. Lærarin skipar fyri hesum og ber kassan til ávíst stað í starvsfólkaøkinum.

Telefonin verður útflýggjað næminginum í endanum av seinasta tíma. Lærarin fer eftir kassanum og útflýggjar næminginum telefonina.

Hevur næmingurin p-fak ella vallærugrein fyrst á morgni, verður telefonin løgd í ein kassa, sum stendur í fakhølinum. Hann fær hana útflýggjaða, tá tímin er liðgur. Síðan verður fylgt mannagongdini omanfyri.

Hevur næmingurin p-fak ella vallærugrein seinast á degnum, fær næmingurin telefonina, áðrenn hann fer í fakhølið. Tá tímin í fakhølinum byrjar, leggur næmingurin telefonina í ein kassa, og hon verður útflýggjað, tá tímin endar.

Telefon sum undirvísingaramboð

Lærarin fer eftir telefonkassanum og útflýggjar telefonina, tá tímin byrjar. Somuleiðis savnar hann telefonina inn, tá tímin er liðgur. Næmingurin kann ikki hava telefonina í fríkorterinum.

Hevur næmingurin tørv á at ringja, kann hann lána telefon á skrivstovuni ella á lærarastovuni.

Hava foreldrini tørv á at ringja, kunnu tey ringja til skrivstovuna ella lærarastovuna.

Smart-watch

Nýtsla av smart-watch/I-watch er somuleiðis ikki loyvd - til annað enn at síggja, hvat klokkan er.

Brot á hesar leiðreglur førir við sær, at telefonin verður tikin frá næminginum og løgd á skrivstovuna. Foreldrini heinta telefonina, tá næmingurin hevur fingið frí.

Heimasetningur
Fríloyvi
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband