FFS sangir.
Sangløtur
Tjaldrið
Tjaldrið flýgur ta longu leið.
Koma og setast á sand og teig.
Trúliga koma tey ár um ár,
tekin um ljósari tíð, brátt vár.
Merkið tað veittrar nú fyri teim,
skrúðgongur, røður, gleði og gleim.
Fagna, at fuglurin er á ferð
lendi á brimbardu klettunum her.
Grækarismessa, tjaldursins tíð,
tjóðfuglin hoyra, klipp so blíð,
gera sær reiður vítt umkring,
flúgva um oyggjarnar nú í ring.
Niðri í fjøru har pikka tey,
svørt, hvít, tó nevið og beinini reyð,
finna sær føði, flúgva avstað,
ikki tey stúra, men láta glað.
Eggini gulbrún tvey ella trý,
ungarnir koma um krossmessutíð,
fagna øll fuglin, heimligt ljóð,
saman um tjaldrið enn stendur tjóð.
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Morgunsangir
Eg haldi saman hendur, Gud
1. Eg haldi saman hendur, Gud
í tøkk og bøn til tín.
Gev øllum heimsins børnum lut
í tí, sum var til mín.
2. Verj øll v…
Jólasangir
Feliz Navidad
Feliz Navidad
Feliz Navidad
Feliz Navidad
Prospero año y Felicidad.
Feliz Navidad
Feliz Navidad
Feliz Navidad
Prospe…
Jólasangir
Gávan
Eg vaknaði í morgun og stardi upp í loft,
sá, at kavin lagstur var á fjøllum.
Eg skundaði mær upp, í speglinum eg sá
ei…