FFS sangir.
Sangløtur
Børnini
So mong tey eru børnini
í øllum heimsins londum,
og allastaðni bera tey
ein grip í sínum hondum.
Tey tosa ikki sama mál
tað noyðast vit at sanna,
og tó tey ikki kennast, ja
so skilja tey hvørt annað.
Tey gráta eins og flenna eins
og kenna sorg og gleði,
og tó tey eru ymisk øll,
tey eiga somu megi.
Tí svørt og hvít og gullig børn
í øllum heimsins londum,
tey bera henda jarðarknøtt
í sínum smáu hondum.
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Sangløtur
Klipp klapp
1.Klipp, klapp, tripp, trapp,
hvat heldur tú?
Klipp, klapp, tripp, trapp,
hvør skuldi trúð.
Klipp, klapp, tripp, trapp
v…
Kvæði
Kall og svein ungi
1. ”Hvar rakst tú neyt míni?”
segði kall –
”Beint niðan í akur tín!”
segði svein ungi.
2. “Skamm fái tú rekandi!”
“So…
Morgunsangir
Fyri allar gávur
Mong tey klaga um veður og vind
Onnur klaga um klæði og mat.
Men eg vil ikki vera ein av teim,
Milliónir ei hava mat og he…