FFS sangir.
Kvæði
Kall og svein ungi
1. ”Hvar rakst tú neyt míni?”
segði kall –
”Beint niðan í akur tín!”
segði svein ungi.
2. “Skamm fái tú rekandi!”
“So fái tú biðjandi!”
3. ”Hevði eg hildi á spóni mínum!”
”Staðið fastur í góma tínum!”
4. ”Hevði tú verið flongdur!”
”Við mjúkari ostflís!”
5. ”Við skørpun áli!”
”Ryggur tín ligið undir!”
6. ”Hevði eg hildið á knívi mínum!”
”Staðið fastur í lívi tínum!”
7. ”Hevði tú hingið í berginum!”
”Góð lína á mær!”
8. ”Einfaldur hosnatráður!”
”Sjálvur tú á endanum!”
9. ”Hevði tú flotið á havinum!”
“Góður bátur undir mær!”
10. “Ongar árar!”
segði kall
“Ættin ligið at landinum!”
segði svein ungi.
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Sangløtur
Nú skínur sólin bjarta
Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð,
hon lívgar blómurnar á foldum vaksa;
nú gleðast baldursbráin og smæran so fr…
Jólasangir
Rudolf
1. Kenna tit lítla Rudolf, hann sum hevði reyðan tút.
Hann var eitt lítið reinsdjór og hann sá so skegur út.
Øll onnur rein…
Morgunsangir
Nú hvítna tindar
1. Nú hvítna tindar fjøllum á,
og gulnar gras í dali,
hitt síðsta tjaldrið landi frá
fleyg burt við túsundtali.
2. Tað…