FFS sangir.
Morgunsangir
Breið verndarveingir tínar
1. Breið verndarveingir tínar,
á Jesus, yvir meg,
og lat meg hjá tær hvíla,
í øllum skoða teg!
Verð tú mítt alt í øllum,
mín vísdómur, mítt ráð.
Lat meg hvønn dag á foldum
av náði liva fá!
2. Lat onga synd mær valda,
varðveit meg, tær til prís,
gev mær eitt halgað sinni,
títt bílæt í mær vís!
Lat hvørja stund meg sanna,
hjá tær er lívd og læ,
á morgni, degi, kvøldi
mær unn at kenna tað!
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Sangløtur
Grýlur
Ola, mola, sukurmola
kann eg fáa bomm?
Ola, mola, sukurmola
eg vil hava bomm
Grýlurnar tær ganga
og vilja hava bomm.…
Kvæði
Jákup á Møn
1. Gevið ljóð og havið gott stev,
kvæði mítt væl skal ljóða.
Gevist ei brátt, men haldið so við,
so klókliga millum tváa!…
Sangløtur
Pápi er óður
1. Pápi er óður,
og mamma er ill,
og kettan er rýmd
upp á ovastu hill,
og systir hon skeldar:
Tví vorði tær, Páll,…