FFS sangir.

Jólasangir

Tú lítli staður Betlehem

1. Tú lítli staður Betlehem, so stillur liggur tú.
Hátt yvir dreymaleysa svøvn tín stjørnufjøld sæst nú.
Um stræti tíni lýsir tó ævinleikans ljós,
og mannavón og ótti finna saman við eitt fjós.

2. Har frelsarin var føddur, sum í himli høga er,
og nýggja vón til burturvilsta mannaætt nú ber.
Hygg morgunstjørnuskarin ber boð um land og fjørð.
Um himmalkongsins kærleika og frið til menn á jørð.

3. So stillisliga, stillisliga gávur býtast út.
Hann gevur fríð í hjørtuni í staðin fyri sút.
Kann vera ikki hoyrast hans kærleiksfet so fljót,
tá hann fer inn í hjartað tað, sum honum tekur mót.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Lova mær við
Eg vil út í ta stóru verð, har eg alt kann vera. Eg vil við inn í dreymaland, har eg alt kann droyma. Lova mær við til Sa…
Sangløtur
Tey standa og vagga og tráa
1. Tey standa og vagga og tráa, á akrinum stadnandi øks, og deila hin bjartoygda dáa, sum upp millum teirra vøks. 2. V…
Jólasangir
Sleðurokk
1. Lat teg væl í Tak sleðuna við – jaaa! Skjótt fara vit omaneftir á glið. Halt fast – Tí tað rýkur so illa tá Í mær – an…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband