FFS sangir.

Sangløtur

Lova mær við

Eg vil út í ta stóru verð,
har eg alt kann vera.
Eg vil við inn í dreymaland,
har eg alt kann droyma.
Lova mær við til Santana.
Eg vil við, eg vil við, eg vil við,
um tað er staðið, har eg ikki bara
skal vera í frið.

Eg vil út í tað fríða hav,
har eg frítt kann svimja
og koma upp í ta løttu luft,
har eg lætt kann sveima
Lova mær við til Santana.
Eg vil við, eg vil við, eg vil við,
um tað er staðið, har eg ikki bara
skal vera í frið.


Eg vil út á ta vøkru ong,
har eg góðan kenni anga,
inn í stórbýar larm og royk,
har eg frítt kann reika.
Lova mær við til Santana.
Eg vil við, eg vil við, eg vil við,
Um tað er staðið, har eg ikki bara
Skal vera í frið.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Kanst tú gita, hvør eg eri
Kanst tú gita, hvør eg eri, um tú gitir Pól hjá Peri, ja, so er tað ikki eg, tí eg eiti Jóan P. Úti fái eg so mangan d…
Sangløtur
Undir stjørnunum á himli
Eg seti meg á songarstokkin her, nú tú leggur teg. Gloymi alt um mína truplu verð, tá eg síggi teg. Eygnabráið alt mær si…
Morgunsangir
Vit tæna einum ríkum Gudi
Vit tæna einum ríkum Gudi 1. Eg havi so mangan sæð tað, hvør stórur Gud hann er. Hann ræður stjørnum, mána og sól á sín…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband