FFS sangir.

Morgunsangir

Um tú vilt gleði vinna

1. Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl,
har kærleiki man ráða,
har blídni er við borð,
har mildar tungur sáa
tey mjúku troystarorð.

2. Tey, sum Guðs vilja gera,
og elska fólk og land,
tey signing við sær bera,
sum sløkkir hatskan brand.
Tey lýsa gjøgnum strevið,
tey bjarga lond úr neyð,
tey sigra víst. Guð gevi,
vit teljast millum tey.

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Knút Olsen

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Jólasangir
Sleðurokk
1. Lat teg væl í Tak sleðuna við – jaaa! Skjótt fara vit omaneftir á glið. Halt fast – Tí tað rýkur so illa tá Í mær – an…
Sangløtur
Boðar tú til allar tjóðir
1. Boðar tú til allar tjóðir: "Æra skalt tú faðir tín, æra skalt tú tína móður, so tær fylgir signing mín. Landið gevi eg…
Morgunsangir
Ongum er so trygt at fara
1. Ongum er so trygt at fara sum Guðs lítla barnaskara, fugli ei í leyvi fjøldum, stjørnu ei í himnatjøldum. 2. Harrin…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband