FFS sangir.
Morgunsangir
Óttast ikki
Niðurlag:
Óttast ikki,
eg eri við tær.
Ver ikki mótfallin,
eg eri tín Gud.
Eg styrki og hjálpi tær
og haldi tær uppi,
við míni rættvísishond.
1. Onkuntíð eri eg ræddur,
men Gud, Hann er hjá mær.
Og um eg skelvi og ei tori,
veit eg Gud er hjá mær.
Eg veit at Bíblian greidliga sigur:
Vegur mín liggur í Hansara hond.
Ja, hvønn ein dag,
hvørja stund, hvønn ein tíma,
veit eg, Gud er hjá mær.
2. Eg havi lisið í Guds orði,
um bæði stór og smá.
Manga ferð ræðsla tey nívdi,
men Gud, Hann var teim hjá.
Móses var ræddur, hann kundi ei tala,
Gud honum lovaði styrki at fá.
Pætur var ræddur,
tá hann steig út á vatnið,
men Gud var honum hjá.
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Sangløtur
Tjaldrið
Tjaldrið flýgur ta longu leið.
Koma og setast á sand og teig.
Trúliga koma tey ár um ár,
tekin um ljósari tíð, brátt vár.…
Sangløtur
Gud hvønn ein smáfugl hevur skapt
Gud hvønn ein smáfugl hevur skapt,
hann føðir, varðar teir,
men elskar hann enn fuglarnar,
meg elskar hann tó meir.…
Sangløtur
Klipp klapp
1.Klipp, klapp, tripp, trapp,
hvat heldur tú?
Klipp, klapp, tripp, trapp,
hvør skuldi trúð.
Klipp, klapp, tripp, trapp
v…