FFS sangir.

Sangløtur

Líkagóð

Tað eru nógv í flokkinum, sum eru  nokkso vill.
Í skúlanum tey halda gang og sita ikki still.
Tey prika teg í nakkan og gera løgin ljóð.
Og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

Smæra er so smæðin, hon ofta toyggið fær.
Eli kann forsova seg í viku ella tvær.
Rúna ræðist dreingir, hon rodnar og gerst flov,
og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð! 

Brúsi hatar brúsuna, og Poula pyntar seg.
Av sveitta og perfumu ofta luktar langan veg.
Fía hevur frøknur, veit alt og er so fró.
Og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

Olli skilur onki, Kristina er so klók.
Baldur hevur lisið manga stóra, tjúkka bók.
Dávur hann er dovin, men hann dugir tó,
og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

Børn, ið brúka brillur, myrkhærd ella bleik, 
plússað høvd og purlur, miðal, kløn og feit.
Í bláum og í brúnum eygum er ein glóð,
og so sigur lærarin: Øll eru líkagóð!

Tað er ein fínur flokkur, sum eg gangi í.
Øll eru líka løgin, spyr meg ikki hví.
Lærarin hann sigur, í skúlanum er lóg.
Øll eru nakað serligt, øll eru líkagóð!

Eru líkagóð!

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Steintór Rasmussen

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Halleluja
Tey siga Dávid syngja vil tað Harrin sær við tokka til, hvat tað so hevur fyri teg at týða. Av hjartand dýpt hann oysir úr…
Morgunsangir
So tak tá mínar hendur
1. So tak tá mínar hendur, og leið tú meg, so ferð at himni stendur mín allan veg! Eg kann ei ganga eina, nei, einki sti…
Jólasangir
Jól á skúlaveg
1. Veðrið tað er kaldari nú. Í fínum kavastyvlum ert tú. Tjúkkan vetrarjakka – um hálsin turriklæð rennur tú í skúla hvønn…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband