FFS sangir.

Sangløtur

Halleluja

Tey siga Dávid syngja vil
tað Harrin sær við tokka til,
hvat tað so hevur fyri teg at týða.
Av hjartand dýpt hann oysir úr
fytrst døkkan moll so ljósan dur,
til kongur sælur sker í Halleluja!
Halleluja, halleluja,
halleluja, halleluja.

Tá tú í mánalýsi sær,
alt meðan kona baðar sær,
so yndislig við sínum hári síða.
Tín trúna fellur sama bil,
sum vaksið hon teg evnar til,
og vevur tær av varrum halleluja.
Halleluja, halleluja,
halleluja, halleluja

Eg havi longu verið her,
og kenni aftur alt, sum er,
var einsamallur, tá tú komst forbí har.
So sigursæl og biðlavond
at elska er eingin sigursgongd.
Hatt' er svik
Hatt' er eitt brotið halleluja.
Halleluja, halleluja,
halleluja, halleluja.

Meg minnist,. tá tú býtti við meg,
alt sum kundi gleða teg,
men munnu ikki vera øldir síðan.
So nær vit kundu vera tá,
hvørt skálkabros, hvørt andlitsbrá,
hvør andadráttur var eitt halleluja.
Halleluja, halleluja,
halleluja, halleluja.

Helst okkurt betur vera man,
enn tað eg veit um kærleikan.
At draga teg og eftir onkrum miða.
Tað er ei grát í náttini
tú hoyrir - ella lívsgleði,
tað er svik, tað er eitt brotið halleluja!
Halleluja, halleluja,
halleluja, halleluja.

Tú sigur eg skal vara mína
tungu við at fara so við
hesum orði, hvat tað so man týða,
ein glóð í hvørjum orði er,
so hvat tú hoyrir sama ger,
hitt halga ella brotna halleluja.
Halleluja, halleluja,
halleluja, halleluja.

Eg royndi sum eg kundi best,
so viðbrekið og verjuleyst,
men ærligt, tí eg kundi ikki bíða.
Og sjálvt um alt gekk skeivan veg,
eg standi fyri trónuni,
við ongum øðrum uttan halleluja!
Halleluja, halleluja,
halleluja, halleluja

Orð: Leonard Cohen/Niels Midjord
Lag: Leonard Cohen

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Veturin rópar
1. Veturin rópar í fjøllum og dølum: Nú kemur grýlan við fjøruti hølum. Ein er av silki, og ein er av tveini, ein er av sp…
Sangløtur
Halleluja
Tey siga Dávid syngja vil tað Harrin sær við tokka til, hvat tað so hevur fyri teg at týða. Av hjartand dýpt hann oysir úr…
Kvæði
Veturin kom við kulda og kava
1. Veturin kom við kulda og kava ringt er hjá seyðinum, hart er at skava, kalt er í berligum bóli. Lágt stendur sólin og t…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband