FFS sangir.
Sangløtur
Tey standa og vagga og tráa
1. Tey standa og vagga og tráa,
á akrinum stadnandi øks,
og deila hin bjartoygda dáa,
sum upp millum teirra vøks.
2. Vit áttu at plágað og pínt teg
og altíð at stungið tær skør,
vit áttu at køvt teg og týnt teg,
tú stendur á okkara jørð.
3. Og alla tøðuna átst tú
og royndi at gera mein,
og altíð so prangandi stóðst tú –
Tú voldi, at vit eru sein.”
4. Men dáin stendur í iva,
og hann hevur ymsan lit:
“Eg havi væl loyvi at liva
her líka so væl sum tit.”
5. Tá verða tey øks at tagna,
tí tað segði dáin satt:
Hvønn vøkstur Gud hevur fagnað,
og hvør eigur lívsins rætt!”
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Jólasangir
Frelsarin føddur
Frelsarin føddur, boðar eingla ljóð,
bjarging er vunnin nú til heimsins tjóð.
Hastið hirðar, berið kvøðu,
barninum av hi…
Sangløtur
Kærleikin er størsta boðið
Tað er ein bøn í hjarta mínum
At Gud er her hjá børnum sínum
Hann tendrar ljós og gevur styrki
Í skúla og til dagsins yrki…
Morgunsangir
Tú alfagra land mítt
1. Tú alfagra land mítt,
mín dýrasta ogn,
á vetri so randhvítt,
á sumri við logn,
tú tekur meg at tær,
so tætt í tín fav…