FFS sangir.
Sangløtur
Kærleikin er størsta boðið
Tað er ein bøn í hjarta mínum
At Gud er her hjá børnum sínum
Hann tendrar ljós og gevur styrki
Í skúla og til dagsins yrki
Ein góðan vin at fylgjast við
Tað er so trygt og gevur frið
Eitt vakurt verk í undran skoði
Har kærleikin er størsta boðið
Tað er eitt lag sum gevur gleði
Tað er eitt orð sum hevur megi
Tað er ein hond sum meg vil leiða
Tað er ein vón sum eg vil eiga
Trúgvin hon er gøtan góð
Ein eingil er á míni slóð
Eitt vakurt verk í undran skoði
Har kærleikin er størsta boði
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Morgunsangir
Heilagt ljóð oss legg á tungu
1. Heilagt ljóð oss legg á tungu;
himlafaðir, lær tey ungu
rætt at takka tær,
syngjandi tín prís við megi,
sáandi títt or…
Morgunsangir
Nú vakni øll úr svøvni glað
1. Nú vakni øll úr svøvni glað,
nú náttarstundin hvarv;
nú sær mítt eyga ljósan dag,
nú byrjar dagsins starv.
2. Nú só…
Kvæði
Sigmundskvæði yngra (stytt)
Í Føroyum búðu høvdingar tveir,
Tróndur og Sigmundur itu teir.
Noregs menn! dansið væl í stillum;
stilli tykkum allar, r…