FFS sangir.

Kvæði

Sigmundskvæði yngra (stytt)

Í Føroyum búðu høvdingar tveir,
Tróndur og Sigmundur itu teir.

Noregs menn! dansið væl í stillum;
stilli tykkum allar, riddarar, Noregs menn!
dansið væl í stillum.

Sigmundur búði Skúvoy á,
Tróndur búði við Gøtuvág.

So grammur var Tróndur, hann hugsar ilt:
Sigmundur hevur vár' veitslu spilt.

Tróndur hann situr í sínari lon:
"Tit heintið mær Sjúrða Tollaksson.

Tit heintið mær Gutta og Lága Tór."
Snarliga boð eftir teimum fór.

"Eg havi sent tykkum boðini tey,
at tit skulu hjálpa til Sigmunds deyð.

Tit hvessið spjót, tit hvessið knív;
tað skal galda Sigmunds lív.

Hetta mítt ráð man vera gott:
Vit skulu herja á hann á nátt."

So sigldi Tróndur Skúvoyarfjørð,
skútan bognaði sum ein gjørð.

Sigmundur vaknar úr svøvni brátt:
"Hvør brýtur inn á meg í nátt?"

"Hann, sum brýtur tínar dyr,
tað er tann maður, tú háðaði fyrr.

Sigmund helt sítt svørð ímót,
fimm fullu høvur á Tróndar fót.

Tróndur hann var til ilsku fús:
"Tit setið nú eld á Sigmunds hús!"

Sigmundur talar til frænda sín:
"Nú má eg rýma av húsi mín'."

Sigmunds hústrú stendur við vegg:
"Tú hoyr meg, Tróndur Gøtuskegg.

Stríðist tú móti konu og børn,
so ert tú grískari enn ein bjørn."

Sigmundur flýddi á oynna norð,
Tróndur hevði tá manndómsorð.

Sigmundur kastaði í havið seg,
Einar og Tóri sama veg.

Svimja teir tríggir við miklari ferð,
sum streymur harður á firði er.

Tórur aftur um seg sá:
"Nú tekur Einar at dragna frá."

Sigmundur gjørdi sær tann ómak:
hann legði Einar á sítt bak.

Tórur rætti Sigmundi hond:
"Nú hevur Einar givið upp ond."

Sigmund slepti Einar' av,
Suðuroyarfjørður varð hans grav.


Tórur legði seg bylgju ímót.
"Nú eri eg givin í hond og fót."

Tú svim til lands, legg einki í meg!
Eg eri farin, men redda teg.

Vit vóru saman í mangari ferð,
ei mín frændi, skiljast vit her."

Sigmundur var í orðum trygg',
hann legði Tóra á sín rygg.

Brimið tað brýtur sum boðaslóð,
Tað Tóra niður at botni dró.

Tá hann hevði svomið tann veg so lang,
hann legði seg stillan niður í tang.

Torgrímur hugdi mót tara út:
"Eg meini, eg síggi ein reyðan klút."

Ein stórur maður í tara lá,
ongum líkari enn Sigmund' at sjá.

Torgrímur tók sær øks í hond,
so fór hann til sjóvarstrond.

Torgrímur talar til sveinar sín':
"Gullringur Sigmunds skal vera mín!"

"Dreingir, tit haldið mær í hans hár,
meðan eg gevi honum banasár.

Dreingirnir hildu í hans hár,
meðan hann gav honum banasár.

Gullringin bóru teir heim til hús,
men kroppin gróvu teir í sand og grús.

Ein slíkan enda Sigmundur fekk,
hans líki ei í Føroyum gekk.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Jólasangir
Hvat er tað, sum á jólum teg man frøa
Hvat er tað, sum á jólum teg man frøa, ger fjálga lon, kann harða hjarta grøða? Er alt um fjós og krubbu jólanátt eitt ein…
Sangløtur
Syngja sama lag
Um eg nú seti meg hjá tær, Vilt tú so syngja fyri mær, Tí mær leingist so at hoyra teg, Sig at tú enn elskar meg! Ong…
Morgunsangir
Minst til at biðja Faðirvár
1. Minst til at biðja Faðirvár, minst til at signa teg; tá sendir Harrin eingil sín at hjálpa tær á veg. 2. Og Harrans…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband