FFS sangir.
Jólasangir
Í Betlehem, í Dávids stað
Í Betlehem, í Dávids stað
har birtist ljós til kláran dag;
tað lýsti yvir myrku vrá,
og hirðar mundu undur sjá.
2. Og himnaljósið skein so bjart,
so alt varð ljóst, sum fyrr var svart.
Har einglar sungu jólaboð.
Lær, Jesus, meg at syngja so.
3. Tað ljómaði so milt og søtt:
«Maria hevur Jesus føtt!»
Har hirðar hoyrdu einglasong
um miðja nátt á grønu ong.
4. Tey gleðiboð frá himna høll
bar einglaskarin vítt um vøll;
um náðiboð úr Dávids stað
tí syngja vit enn hjartans glað.
5. Um jólaboð úr Dávids bý
vit syngja nú við tungum ný',
tað einglar áður sungu út:
«Lov, tøkk og prís tær veri, Guð!»
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Sangløtur
Tangokettan
1. Eg eigi eina kettu við longum hvítum hala,
Og tá vit bæði spæla, hon sigur bara mjav!
Hon sleikir sær og murrar, og aldr…
Morgunsangir
Bið, O, Jesus fyri mær
1. Bið, o, Jesus, fyri mær,
bið meg heim í hús hjá tær,
har at liva væl í frið
hjá tí halga einglalið.
2. Lat meg altí…
Sangløtur
Sjá, nú rísur sólin
Sjá, nú rísur sólin,
rund og reyð og góð,
gevur øllum lív við
síni heitu glóð.
La, la, la
Login inni í tær
vakur,…