FFS sangir.
Morgunsangir
Nú vakni øll úr svøvni glað
1. Nú vakni øll úr svøvni glað,
nú náttarstundin hvarv;
nú sær mítt eyga ljósan dag,
nú byrjar dagsins starv.
2. Nú sólin vísir andlit blítt,
hon fer um fjørð og sund;
hon vermir arma hjarta mítt
og gleðir sára lund.
3. Hon minnir meg á morgun tann,
tá hann úr deyða stóð,
ið sigur yvir syndum vann
og yvir deyðans tjóð.
4. Ja, glaður hvør til dagsverk fer
í Jesu Kristi navn;
og tá ið tað at kvøldi ber,
hann førir oss í havn.
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Sangløtur
Dú dú dú - dú dú
Sig mær nú,
hvat manst tú um lívið meina.
Eg og tú
eru her, tí okkurt hægri er,
í størri ætlan sett í hesa verð,
ganga h…
Sangløtur
Tangokettan
1. Eg eigi eina kettu við longum hvítum hala,
Og tá vit bæði spæla, hon sigur bara mjav!
Hon sleikir sær og murrar, og aldr…
Morgunsangir
Tú alfagra land mítt
1. Tú alfagra land mítt,
mín dýrasta ogn,
á vetri so randhvítt,
á sumri við logn,
tú tekur meg at tær,
so tætt í tín fav…