FFS sangir.

Morgunsangir

Tú alfagra land mítt

1. Tú alfagra land mítt,
mín dýrasta ogn,
á vetri so randhvítt,
á sumri við logn,
tú tekur meg at tær,
so tætt í tín favn!
Tit oyggjar so mætar,
Guð signi tað navn,
sum menn tykkum góvu,
tá teir tykkum sóu.
Ja, Guð signi Føroyar, mítt land!

2. Hin roðin, sum skínur
á sumri í líð,
hin ódnin, sum týnir
mangt lív vetrartíð,
og myrkrið, sum fjalir
mær bjartasta mál,
og ljósið, sum spælir
mær sigur í sál:
Alt streingir, ið tóna,
sum vága og vóna,
at eg verji Føroyar, mítt land.

3. Eg nígi tí niður
í bøn til tín, Guð:
Hin heilagi friður
mær falli í lut!
Lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd!
So torir hon vága,
- av Guði væl skírd -
at bera tað merki,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!

Orð:
Lag: Símun av Skarði

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Kvæði
Stat op Santa Simeon
Stat op Santa Simeon, Simeon var den tolvte – en 12 var Apostlene, 11 var Disciplerne, 10 er de ti Guds bud, 9 er vor Eng…
Sangløtur
12. mars
12. mars á grækarismessu kemur okkar’ tjaldur. Ja, vit kenna tjaldrið væl, tí nýtist einki spjaldur. Svart og hvítt við…
Jólasangir
Í Betlehem, í Dávids stað
Í Betlehem, í Dávids stað har birtist ljós til kláran dag; tað lýsti yvir myrku vrá, og hirðar mundu undur sjá. 2. Og…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband