FFS sangir.

Morgunsangir

Vit tæna einum ríkum Gudi

Vit tæna einum ríkum Gudi

1. Eg havi so mangan sæð tað,
hvør stórur Gud hann er.
Hann ræður stjørnum, mána
og sól á síni ferð.

Nið: Vit tæna einum ríkum Gudi
vit tæna einum ríkum Gudi.
Hann ger bara alt so væl,
hann ger undur uttan tal.

2. Eg havi so mangan sæð tað,
hvør stórur Gud hann er.
Hann ræður øllum djórum
og jørð á síni ferð.

3. Eg havi so mangan sæð tað,
hvør stórur Gud hann er.
Hann ræður yvir heimi,
og míni lívsins ferð.

4. So lat okkum takka Gudi
og líta fast á hann.
Alt er í Harrans hondum,
eg tryggur ferðast kann.

Orð: Jón Magnus Joensen
Lag: Jón Magnus Joensen

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Kanst tú gita, hvør eg eri
Kanst tú gita, hvør eg eri, um tú gitir Pól hjá Peri, ja, so er tað ikki eg, tí eg eiti Jóan P. Úti fái eg so mangan d…
Morgunsangir
Fyri allar gávur
Mong tey klaga um veður og vind Onnur klaga um klæði og mat. Men eg vil ikki vera ein av teim, Milliónir ei hava mat og he…
Sangløtur
Minnist tú
1. Minnist tú, tá vit í fyrsta klassa fóru? Vit stóðu har í garðinum millum øll tey stóru. Vit runnu glað og róptu, og onku…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband