FFS sangir.

Sangløtur

Syngja sama lag

Um eg nú seti meg hjá tær,
Vilt tú so syngja fyri mær,
Tí mær leingist so at hoyra teg,
Sig at tú enn elskar meg!
Ongantíð tú sigur meir:
Kom babba góði balla meg,
Sig mær eina søgu og signa meg,
Jesu pápin verjur teg og einglar teir!

Hjarta mínum leingist so
at finna inn til tín,
Lítli eingil mín
syng fyri mær,
Sig mær tít goymistað,
So eg kann finna inn,
Skilja tínar tankar
Sig mær hví tú goymur teg,
Eg vil so fegin tað:
At tú og eg vit syngja sama lag.

Babba kom og set teg her,
Og eg skal syngja fyri tær,
Um eitt lítið hjarta sum er mær nær,
Eingin er sum tú í hesi verð!
Í huga mínum altíð tú,
So tá eg tekni tekni eg,
Lítla heita hjartað sum varðir meg,
Og vita skalt tú at eg elski teg!

Hjarta mínum leingist so
at finna inn til tín,
Lítli eingil mín
syng fyri mær,
Sig mær tít goymistað,
So eg kann finna inn,
Skilja tínar tankar
Sig mær hví tú goymur teg,
Eg vil so fegin tað:
At tú og eg vit syngja sama lag.

Orð: Ólavur Jacobsen
Lag: Ólavur Jacobsen

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Jólasangir
Lítla fitta nissa mín
1. Lítla fitta nissa mín, tú skalt fáa greyt í trygil tín, jólagreyt við mandlu í. Ja, so oysa vit uppí. 2. Mandlan me…
Sangløtur
Eg eigi vakrar dreymar
Eg eigi vakrar dreymar um ta ríku verð. Eg takki fyri lívið mær varð givið her Sum systrar og beiggjar, góð vit eru v…
Jólasangir
Nú birtast túsund jólaljós
1. Nú birtast túsund jólaljós í hesi myrku stund, og túsund onnur glógva nú á himna bláu grund. 2. Og yvir bý og land…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband