FFS sangir.

Sangløtur

Vár við lýggjum vindi

1. Vár við lýggjum vindi
leingi vart tú burtur, tú!
Vár við lýggjum vindi,
ver vælkomið nú!

2. Kavafonnin grætur
sára um sítt hvíta lín.
Kavafonnin grætur,
syngur deyðsálm sín.

3. Sól í líðum skínur,
kínir blómum, kyssir tær.
Sól í líðum skínur,
gyllir torp og garð.

4. Vár við summarsvónum,
signað ver tú, sæla stund!
Vár við summarsvónum,
grøð tú sál og lund.

Orð: Símun av Skarði
Lag: J. Waagstein

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Jólasangir
Nú birtast túsund jólaljós
1. Nú birtast túsund jólaljós í hesi myrku stund, og túsund onnur glógva nú á himna bláu grund. 2. Og yvir bý og land…
Sangløtur
Mín grái Fordur
Ein frídag setti eg meg í mín bil, so koyrdi eg so langt sum tað bar til. Tann tankin kemur til mín meðan eg koyri, hvønn…
Sangløtur
Heystkanon
Heystið, tað er júst nú komið so hví droymi eg barasta um várið Eg síggi grønkast fjøll og dal viðhvørt eitt vátasletti…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband