FFS sangir.

Sangløtur

Mín grái Fordur

Ein frídag setti eg meg í mín bil,
so koyrdi eg so langt sum tað bar til.
Tann tankin kemur til mín meðan eg koyri,
hvønn kennir tú á Oyri, ikki eina sjel!

Á Eiði eru nógvir sterkir menn,
tann sterkasti av teimum livir enn –
hjá honum sýnist ei at vera strævið
at fáa deyða havið heilt upp undir knæ.

Eg haldi á, og útvarpið er frá.
Tað hoyrist hvør, ið leggur plátur á:
– tað næsta, vit nú hoyra, er ein svii,
Bjørn Afzelius Wiehe, eitur nakar so?

Niðurlag:
Mín grái Fordur
Sum hevur tænt mær væl,
Tá spidaran eg trýsti á,
fer annar viskarin upp frá,
og koblingin hon glíður ein fót.
Mín grái Fordur,
hevur tænt mær væl.
Men tað er so eiðasørt
at tað bítur á viðhvørt,
hvat skeivt havi eg gjørt?

So inn í eina sølubúð eg fór,
– eg ætlaði at keypa eina bjór,
men har var trongt sum seyður í tunnu,
um krambagentur runnu, eg mátti geva tol.

Eg hyggi mær so í eitt Se & Hør,
har Rambolina vísir síni lør,
kvikliga eg leggi blaðið frá mær
áðrenn tað sæst á mær, hvat eg havi sæð!

Tann gráa Fordin
Sum hevur tænt mær væl,
Tá spidaran eg trýsti á,
fer annar viskarin upp frá,
og koblingin hon glíður ein fót.
Mín grái Fordur,
hevur tænt mær væl.
Men tað er so eiðasørt
at tað bítur á viðhvørt,
hvat skeivt havi eg gjørt?

Nú fái eg og leypi so á dyr,
eg skundi mær at seta í fjórða gear.
Magnussen, hann spælir heila lortið,
frá “Gras” til “Mezzoforte”, tað er púra vist.

Á veg til hús eitt vegskelti eg sá,
eg lesi so hvat stendur haruppiá.
Ein løta er til tíggjuoyrað fellur:
Oyndarfjørður, Hellur, sig mær, passar tað.

Endiliga eri eg við hús,
eg fái mær uppí eitt glas av djús
og leggi meg í songina at lesa
móður sum Theresa, av at koyra Ford.

Mín grái Fordur
Sum hevur tænt mær væl,
Tá spidaran eg trýsti á,
fer annar viskarin upp frá,
og koblingin hon glíður ein fót.
Mín grái Fordur,
hevur tænt mær væl.
Men tað er so eiðasørt
at tað bítur á viðhvørt,
hvat skeivt havi eg gjørt?

Men tað er so eiðasørt
at tað bítur á viðhvørt,
hvat skeivt havi eg gjørt?

Orð: Gunnleif Thomsen
Lag: Trad

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Eg eigi vakrar dreymar
Eg eigi vakrar dreymar um ta ríku verð. Eg takki fyri lívið mær varð givið her Sum systrar og beiggjar, góð vit eru v…
Sangløtur
Líkagóð
Tað eru nógv í flokkinum, sum eru  nokkso vill. Í skúlanum tey halda gang og sita ikki still. Tey prika teg í nakkan og g…
Morgunsangir
Nú skínur sólin bjarta
1. Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð, hon lívgar blómurnar á foldum vaksa; nú gleðast baldursbráin og smæran so…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband