FFS sangir.
Morgunsangir
Minst til at biðja Faðirvár
1. Minst til at biðja Faðirvár,
minst til at signa teg;
tá sendir Harrin eingil sín
at hjálpa tær á veg.
2. Og Harrans góðska fylgir tær,
ið hvar tín fótur fer,
og eingilin við tína lið
tær altíð góður er.
3. Á songarstokki situr hann
og signar svøvnin tín;
hann gevur tær ein ljósan dreym
og leiku fríð og fín.
4. Og grætur tú, hann kínir tær
og turkar tíni tár -
tí skalt tú altíð signa teg
og biðja Faðirvár.
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Morgunsangir
Gróður og fleyr
Gróður og fleyr av útsuðri,
sól gyllir landið so fríð.
Vón fyri avburðarskurði
tykist at vera í tí.
Grøsini grøn, blomstr…
Kvæði
Sigmundskvæðið yngra
1. Í Føroyum búðu høvdingar tveir,
Tróndur og Sigmundur itu teir.
Noregs menn! dansið væl í stillum;
stilli tykkum allar…
Sangløtur
Sangur til frælsi
1. Tú er tað fagrasta eg veit
Tú er tað dýrasta á foldum
Tú ert sum stjørnurnar,
sum vindurin, sum brimbrotið,
sum fugl…