FFS sangir.
Morgunsangir
Søti eingil, barnavinur mín
1 Søti eingil, barnavinur mín,
trúgvi fylgisveinur farnar dagar,
sig mær, nær tú aftur vitjar mín,
sig, tú rýmdi, sig mær hvar og hvagar.
2 Hóast ókendur - tú fylgdi mær,
tá mín sál var frí, av sorg ei hartað;
nú - eg kenni, nú eg kvøði tær -
áh, hví rýmdi tú frá mínum hjarta?
3 Er enn eins og áður líðin grøn,
keldan klár í sínum blomsturhami?
Er mín ungdómsleið ei longur vøn,
ella eri eg ei meir hin sami?
4 Mildi eingil! kom enn einaferð,
kveik í barmi mær upp longsulsloga,
loys mítt hjarta, sum nú fjøtrað er,
tøl mítt brá við vónar morgunroða.
5 Kom! o sí, eg leiti eftir tær!
Hoyr! eg rópi, kom og glaðan ger meg,
før meg til mín gamla Edensgarð -
ella til tann nýggja brátt tú ber meg,
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Sangløtur
Kanst tú gita, hvør eg eri
Kanst tú gita, hvør eg eri,
um tú gitir Pól hjá Peri,
ja, so er tað ikki eg,
tí eg eiti Jóan P.
Úti fái eg so mangan
d…
Sangløtur
Gud hvønn ein smáfugl hevur skapt
Gud hvønn ein smáfugl hevur skapt,
hann føðir, varðar teir,
men elskar hann enn fuglarnar,
meg elskar hann tó meir.…
Morgunsangir
Breið tínar náðiveingir
1. Breið Tínar náðiveingir,
o, Jesus, yvir meg;
lat hvíld hjá Tær meg finna,
mín allan lívsins veg!
Veit Tú mær ráð og me…