FFS sangir.
Morgunsangir
Um tú vilt gleði vinna
1. Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl,
har kærleiki man ráða,
har blídni er við borð,
har mildar tungur sáa
tey mjúku troystarorð.
2. Tey, sum Guðs vilja gera,
og elska fólk og land,
tey signing við sær bera,
sum sløkkir hatskan brand.
Tey lýsa gjøgnum strevið,
tey bjarga lond úr neyð,
tey sigra víst. Guð gevi,
vit teljast millum tey.
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Morgunsangir
Breið verndarveingir tínar
1. Breið verndarveingir tínar,
á Jesus, yvir meg,
og lat meg hjá tær hvíla,
í øllum skoða teg!
Verð tú mítt alt í øllum,…
Morgunsangir
Kærleikin er størsta boðið
Tað er ein bøn í hjarta mínum
at Gud er her hjá børnum Sínum.
Hann tendrar ljós og gevur styrki,
í skúla og til dagsins yr…
Morgunsangir
Av øllum tí góða
1. Av øllum tí góða, sum Guð hevur gjørt,
ert tú ein gáva, eitt undur so stórt.
Eg trúgvi, ein eingil vil vera hjá tær,…