FFS sangir.

Morgunsangir

Av øllum tí góða

1. Av øllum tí góða, sum Guð hevur gjørt,
ert tú ein gáva, eitt undur so stórt.
Eg trúgvi, ein eingil vil vera hjá tær,
sum hoyrir títt hjarta og veit, at tað slær.

2. Av øllum tí vakra, sum Guð hevur gjørt,
er sólin á himli, sum lýsa vil bjørt.
Hendurnar smáu tú rættir mót ský,
tendrar eitt ljós í tí myrkastu tíð.

3. Tey smáu hann biður koma til sín.
Á himli og jørðini viljin er tín.
Kærleikin, trúgvin og vónin so sterk.
Takk fyri lívið, títt skapanarverk.

4. Av øllum tí kæra, sum finst her á fold,
tað lívið, vit fingu úr vøggu í mold.
Signa mær dagin, ver tryggasta havn,
barnanna vinur, mítt dýrasta navn.

5. Tey smáu hann biður koma til sín.
Á himli og jørðini viljin er tín.
Kærleikin, trúgvin og vónin so sterk.
Takk fyri lívið, títt skapanarverk.

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Steintór Rasmussen

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Kanst tú gita, hvør eg eri
Kanst tú gita, hvør eg eri, um tú gitir Pól hjá Peri, ja, so er tað ikki eg, tí eg eiti Jóan P. Úti fái eg so mangan d…
Morgunsangir
Ver vælkomið, Harrans ár
Ver vælkomið, Harrans ár, sum ber fagnaðarboð! Jólanátt, tá Guðs orð fór í hold, varð ljósið úr erva birt upp á fold. Væl…
Morgunsangir
Nú hvítna tindar
1. Nú hvítna tindar fjøllum á, og gulnar gras í dali, hitt síðsta tjaldrið landi frá fleyg burt við túsundtali. 2. Tað…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband