FFS sangir.

Morgunsangir

Nú hvítna tindar

1. Nú hvítna tindar fjøllum á,
og gulnar gras í dali,
hitt síðsta tjaldrið landi frá
fleyg burt við túsundtali.

2. Tað fuglaberg, sum fyrr var bygt,
tað er nú tómt og oyðið,
har ikki sæst eitt fuglakykt,
ei heldur meir á heiði.

3. Har sátur stóðu fram við á,
er alt nú snøgt og nakið,
og epli, røtur, hvørt eitt strá
er komið undir takið.

4. Har summargrøna velta var,
bert slokkastrúgvar spjaddir,
á bø er komið lamb og ær,
tí kalt er millum hæddir.

5. Takk fyri ávøkst, Guð, tú gav
av bøi og av fjalli,
og alt, sum ført varð yvir hav,
og tað, sum er í hjalli.

6. Takk fyri hetta árið við
og alt á sjógv og landi.
Tú yvir vaksin lýs tín frið
og hvønn ein pilt á sandi!

7. Tey renna skjótt tey stuttu ár,
til heim tú manst mær boða;
og eftir vetur kemur vár
við sól og fjallaroða.

8. Og eina ferð vit fáa boð,
tá síðstu ferð vit anda.
Úr heiminum vit fara so,
hjá tær um ævir standa.

Orð: Grundtvig 1844
Lag: Sl 243

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Kvæði
Flóvin Bænadiktsson
1. Árla var um morgunin, sól tók fagurt at skína, Marita snúðist av hallini út við fylgismoyggjar sínar. -Lat meg sova…
Morgunsangir
Nú skínur sólin bjarta
1. Nú skínur sólin bjarta og gyllir fjøll og líð, hon lívgar blómurnar á foldum vaksa; nú gleðast baldursbráin og smæran so…
Sangløtur
Grýlur
Ola, mola, sukurmola kann eg fáa bomm? Ola, mola, sukurmola eg vil hava bomm Grýlurnar tær ganga og vilja hava bomm.…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband