FFS sangir.

Jólasangir

Tað sótu seyðamenn á vakt

1. Tað sótu seyðamenn á vakt
og goymdu sínar smalur,
alt fylgið hevði stilt seg lagt,
ei lamb í líðum spælir,
sjálvt varnir hundar durva smátt,
í dølum valdar dimma nátt,
um heimin Harrans friður.

2. Tá lýsir bjart um fjallagrein,
og fram ein eingil trínur,
hans mál var milt, hans rødd var rein,
hans andlit fagurt skínur;
til hirðarnar hann talar so:
«Eg beri tykkum fagnarboð,
alt fólkið kann seg gleða.

3. Ein frelsari nú føddur er,
í dag til tykkum sendur,
hin Harri Krist hann navnið ber,
í Dávids stað - ókendur;
men prógv fullgott tit skulu fá:
í fjósi lágt á krubbustrá
eitt lítið barn tit finna.»

4. Brátt syngur einglaflokkur blítt:
«Halleluja, hosianna!
Guðs friður yvir verøld vítt!
Guðs tokki millum manna!
Og heiður veri himladrott'!»
Men hirðarnir sær skunda brátt
sín frelsara at skoða.

5. Takk fái fyri jólaboð,
tú einglaherur ljósi!
Takk, Guð, sum elskar okkum so!
Takk, barnið føtt í fjósi!
So lítillátin, Harri mín,
tú vart, - um heim nú heiður tín
ótaldar tungur bera.

6. Sum hirðarnir eg fara vil
mín frelsara at finna;
hans kærleiki mær hjálpir til
tann frið, ið eg vil vinna.
Hans jólaboð er besta troyst;
av syndaskuldum sál mín loyst
mót himli seg kann hevja.

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Sl. 314

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Sjá, nú rísur sólin
Sjá, nú rísur sólin  rund og reyð og góð,  gevur øllum lív við  síni heiti glóð.    La la la la......    Login inni í…
Kvæði
Grindavísan
Årle det var om sommeren, månen skinner så bleg, tågen svinder for solen hen, om nylig af havet steg. Raske drenge gri…
Jólasangir
Hví man tað vera so hugnaligt í kvøld
1. Hví man alt vera so hugnaligt í kvøld! Frosturin bítur, men ongi er køld. Dagur var strævin, men ongin sýnast móð, hví…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband