FFS sangir.
Morgunsangir
Kærleikin er størsta boðið
Tað er ein bøn í hjarta mínum
at Gud er her hjá børnum Sínum.
Hann tendrar ljós og gevur styrki,
í skúla og til dagsins yrki.
Ein góðan vin at fylgjast við,
tað er so trygt og gevur frið.
Eitt vakurt verk í undran skoði,
har kærleikin er størsta boðið.
Tað er eitt lag, sum gevur gleði,
tað er eitt orð, sum hevur megi.
Tað er ein hond, sum meg vil leiða,
tað er ein vón, sum eg vil eiga.
Trúgvin hon er gøtan góð,
ein eingil er á míni slóð.
Eitt vakurt verk í undran skoði,
har kærleikin er størsta boðið.
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Kvæði
Jákup á Møn
1. Gevið ljóð og havið gott stev,
kvæði mítt væl skal ljóða.
Gevist ei brátt, men haldið so við,
so klókliga millum tváa!…
Morgunsangir
Óttast ikki
Niðurlag:
Óttast ikki,
eg eri við tær.
Ver ikki mótfallin,
eg eri tín Gud.
Eg styrki og hjálpi tær
og haldi tær uppi,…
Sangløtur
Gentur og dreingir
Gentur: Dreingir, teir eru droyir.
Dreingir gera fortreð
Teir eru nakrar boyur,
og teir bara arga, og teir kitla meg.…