FFS sangir.

Kvæði

Torkils døtur

1. Torkil eigur sær døtur tvær,
- at dansa -
leingi á morgni sova tær.
- Væl er mær ansað,
her vil eg á gólvið fram at dansa,
tó at tú vilt mær lív í vá',
og væl er mær ansað.

2. Tær sova sær so leingi,
til sól skein á teirra seingir.

3. Tær sova sær so leingi á dag,
til sól skein á teirra seingjarstað.

4. Torkil gongur til búðar,
vekir upp døtur prúðar.

5. »Statt upp, Katrin, dóttir mín,
kirkjumaður bíðar tín!«

6. »Vil hann ikki bíða,
bið hann undan ríða!«

7. Katrin setist á seingir,
klæðist væl og leingi.
8. Hon fór í ein silkiserk,
- at dansa
níggju moyggja handaverk.
- Væl er mær ansað,
her vil eg á gólvið fram at dansa,
tó at tú vilt mær lív í vá',
og væl er mær ansað.

9. Uttanyvir í møttulin blá,
gull eftir hvørjum seymi lá.

10. Katrin setst á seingjarstokk,
so fór hon í ein skarlakssokk.

11. Skarlakssokk við búgvin skógv,
hvítar hendur við akslir hekk.

12. Hon tók til sín góða gullkamb,
kembir sítt hár við silkiband.

13. Kembir sítt hár við silki smá,
gullkrúnu setir hon omaná.

14. Katrin gongur í rossahús,
loysir hon tann gangara út.


15. Hon loysir út ein, hon loysir út tvá,
tann besta legði hon saðil á.

16. Har var eingin knektur hjá,
sjálv legði Katrin bokslið á.

17. Har var eingin knektur í lund,
sjálv legði Katrin boksl í munn.

18. Katrin reið eftir gøtuni fram,
glumdi sum hennara gangari rann.

19. Tá hon kom har suður í líð,
møtti henni vallarar trí.

20. Tá hon kom har skamt ífrá,
møtti henni vallarar tvá.

21. Tá hon kom har mitt á leið,
møtir henni vallarin ein.

22. »Hoyr, Katrin, eg tali til tín,
vilt tú vera mín kvøldarvív?«

23. »Fyrr vil eg lata mítt unga lív,
heldur enn vera tín kvøldarvív.«

24. »Hvat vilt tú lata títt unga vív,
heldur enn vera mín kvøldarvív.«

25. Vallarin sínum svørði brá,
hann hjó Katrina í lutir tvá.

26. Har sum hennara blóðið dreiv,
tendraðist ljós á hvørjari leið.

27. Har sum hennara høvdið lá,
sprakk ein kelda við heilivág.

28. Har sum hennara bulurin lá,
reistist ein kirkja við krossi á.

29. Vallarin heim í garðin fór,
úti Torkil fyri honum stóð.

30. »Hoyr tað, vallarin, eg tali til tín,
sást tú ikki Katrina, dóttur mín?«

31. »Jú, fullvæl eg hana sá,
í Mariukirkju var hon í gjár.

32. Torkil, Torkil, læna mær hús,
eg eri mær so sára sjúkur!«

33. »Húsini eru til reiðar,
um vallarar vóru fleiri.

34. Ása lítla, tendra ljós,
vallarin er til seingjar fúsur!«

35. Ása gongur til seingjar,
reiðir undir sjúkum dreingi.

36. »Ása lítla, sov hjá mær,
silkiserkin gevi eg tær!«

37. »Lat meg fyrst tann serkin sjá,
síðan skal eg tær sova hjá.«

38. Tá ið hon tann serkin sá,
systurmerkið kendi hon á.

39. »Ása lítla, sov hjá mær,
møttulin blá gevi eg tær!«

40. »Lat meg fyrst tann møttulin sjá,
síðan skal eg tær sova hjá!«

41. Tá ið hon tann møttulin sá,
systurmerkið kendi hon á.

42. »Ása lítla, sov hjá mær,
eina gullkrúnu gevi eg tær!«

43. »Lat meg fyrst ta gullkrúnu sjá,
síðan skal eg tær sova hjá!«

44. Tá ið hon ta gullkrúnu sá,
systurmerkið kendi hon á.

45. Ása smelti hurð í gátt:
»Vallarin, hav nú góða nátt!«

46. Ása gongur fyri faðir sín:
»Vallarin hevur dripið dóttur tína.«

47. »Hvør tordi mær tey boð at bera,
ella hvør tordi tann gerning gera?«

48. »Eg tordi tær tey boð at bera,
vallarin tordi tann gerning gera.«

49. Torkil heitir á sveinar tvá:
Gangið á skógv og kyndið bál!

50. Gangið á skógv og kyndið bál,
har skal vallarin brenna á!«

51. Tað var um ein morgun ný,
vallarin brendi í grønari líð.

52. Tað var um ein morgunstund,
vallarin brendi í grønari lund.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
Vinir
1. Eg bleiv so glað í morgun, Tá ið eg kom út. Tú stóðst og bíðaði uttan fyri portrið. Tú smíltist, og eg visti beinanveg,…
Morgunsangir
Tíðin rennur sum streymur í á
1. Tíðin rennur sum streymur í á, títt munnu bylgjurnar falla; lítlum báti rekist eg á, áraleysur at kalla. 2. Hvør ei…
Sangløtur
Lokki litaval
1. “Um málarin er gamal, so má listin vera nýggj,” so mælti Lokki Litaval og leyp upp á eitt skýggj. Tí Lokki helt, at loft…
Heimasetningur
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband