FFS sangir.
Jólasangir
Eitt fjós og ein krubba
1. Eitt fjós og ein krubba, ein koddi av strá,
so skirvið var beðið, har frelsarin lá.
Men stjørnan á himni, so vøkur og von,
ber kvøðu til nýfødda lítla Guds son.
2. Og einglarnir syngja hitt heilaga lag,
og náttin hon hvørvur og verður til dag.
Nú myrkrið er farið, og ljóst er í lon,
vær tøkkum tí harra, sum gav oss sín son.
3. At lívbjarga okkum úr vanda og neyð,
so vit kunnu liva, tá vit eru deyð.
Eg síggi, hann smírist bak stjarnanna fjøld,
Har savnar hann børn síni øld eftir øld.
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Sangløtur
Vinir
1. Eg bleiv so glað í morgun,
Tá ið eg kom út.
Tú stóðst og bíðaði uttan fyri portrið.
Tú smíltist, og eg visti beinanveg,…
Sangløtur
Veturin rópar
1. Veturin rópar í fjøllum og dølum:
Nú kemur grýlan við fjøruti hølum.
Ein er av silki, og ein er av tveini,
ein er av sp…
Kvæði
Sigmundskvæði yngra (stytt)
Í Føroyum búðu høvdingar tveir,
Tróndur og Sigmundur itu teir.
Noregs menn! dansið væl í stillum;
stilli tykkum allar, r…