FFS sangir.

Sangløtur

Minnist tú

1. Minnist tú, tá vit í fyrsta klassa fóru?
Vit stóðu har í garðinum millum øll tey stóru.
Vit runnu glað og róptu, og onkur spældi býtt.
Alt var tá so spennandi og fyri okkum nýtt.

Túsund ting at læra - bókstavir og tøl.
Hundrað góðir sangir og fleiri stuttlig spøl.
Tað eru nógvar løtur, um eg kundi talt.
Vinirnir í skúlanum eru næstan alt.

2. Vit hava góðar tímar, men strævið eisini er.
Men so ringir klokkan aftur út í fríkorter.
At gera okkurt annað, at sparka, hoppa band,
ella bara hvila seg og lesa Anders And.

Túsund...

3. Minnist tú í klassaveitslum, tá vit fegin sungu?
Árini tey ganga, skjótt eru vit tey ungu.
Hanga út við vinum, við buksum niður á reyv.
Práta enn um skúlan og hvat av okkum bleiv.

Túsund...

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Steintór Rasmussen

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Jólasangir
Nissumamma og nissupápi
1. Nissumamma og nissupápi, nissugenta og drongur, nissumatur, nissuborð, nissufólkakongur. Tjúkka nissa, klæna nissa,…
Sangløtur
Lokki litaval
1. “Um málarin er gamal, so má listin vera nýggj,” so mælti Lokki Litaval og leyp upp á eitt skýggj. Tí Lokki helt, at loft…
Kvæði
Kall og svein ungi
1. ”Hvar rakst tú neyt míni?” segði kall – ”Beint niðan í akur tín!” segði svein ungi. 2. “Skamm fái tú rekandi!” “So…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband