FFS sangir.

Jólasangir

Nissumamma og nissupápi

1. Nissumamma og nissupápi,
nissugenta og drongur,
nissumatur, nissuborð,
nissufólkakongur.

Tjúkka nissa, klæna nissa,
stutta nissa, langa nissa,
stjørnurnar, tær glampa,
allar nissur trampa.

2. Reyða húgvu, hosur gráar,
allar nissur eiga,
renna so um jólatræið
og hvønn annan leiða.

Troyggjan reyð og skeggið grátt,
á – sum nissan, hon er flott,
stjørnurnar, tær glampa,
allar nissur trampa.

3. Rísingreyt og ræstan fisk,
bomm og stóran pakka
nissubørn, tey ynskja sær,
og tey bara snakka.

Tjúkka nissa, klæna nissa,
stutta nissa, langa nissa,
stjørnurnar, tær glampa,
allar nissur trampa.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Jólasangir
Lítli Messias
Ein stjørna á himli Og fleiri og fleiri. Í nátt føðir himin Við foldarpín…
Sangløtur
Tangokettan
1. Eg eigi eina kettu við longum hvítum hala, Og tá vit bæði spæla, hon sigur bara mjav! Hon sleikir sær og murrar, og aldr…
Jólasangir
Heilaga stund einglar syngja
1. Heilaga stund einglar syngja, himin í stjørnuskrúð. Vit hoyra klokkurnar ringja jól eru komin nú. Vit hoyra einglasong…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband