FFS sangir.

Jólasangir

Lítli Messias

Ein stjørna á himli
Og fleiri og fleiri.
Í nátt føðir himin
Við foldarpínu.
Í nátt lovar himinin okkum at bjarga.
Maria á asna
Við lítla Messias.


Hon ber undir belti,
Nú følir hon verkir.
Eitt hjarta so treystligt,
Sum spurvsins í skalvi.
Ein krubba var vøgga
Hjá frelsara várum.
Maria á asna
við Lítla Messias.


Og Hann, ið bar heimin,
Bar hon, ið var kvinna.
Sum asnin bar hana,
tá tíðin var komin.
Frið! Ljóðar tað rópið
Í okkum má gjella.
Maria á asna
við Lítla Messias.


Ein staður í fjósi
Við seyði og neytum.
Hon føðir og reivar
Hin lítla í spjarrar.
Og hirðanna gleði
Var stór, sum Mariu.
Ljós birtist í myrkri.
Nú føddist Messias.

Orð:
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Kvæði
Jákup á Møn
1. Gevið ljóð og havið gott stev, kvæði mítt væl skal ljóða. Gevist ei brátt, men haldið so við, so klókliga millum tváa!…
Morgunsangir
Tíðin rennur sum streymur í á
1. Tíðin rennur sum streymur í á, títt munnu bylgjurnar falla; lítlum báti rekist eg á, áraleysur at kalla. 2. Hvør ei…
Jólasangir
Fagur himin er at sjá
Fagur himin er at sjá, stjørnuglógvan, luftin blá, stjørnur glampa, stjørnur bleiktra, blídliga tær okkum veittra upp til…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband