FFS sangir.
Kvæði
Veturin kom við kulda og kava
1. Veturin kom við kulda og kava
ringt er hjá seyðinum, hart er at skava,
kalt er í berligum bóli.
Lágt stendur sólin og tíðliga skýmir,
burtur úr túninum hundurin rýmir,
inni situr kúrandi Óli.
2. Gler er í á og skalvur í brekku
rínur og hvínur í hvørjari sprekku;
Óli er grammur í huga,
situr og hugsar um summar og gleði,
fuglur var kátur og lambið var fegið;
nú hómast ikki ein fluga.
3. Omman á bríkini sigur frá søgum,
abbin úr fjøruni kemur við øðum,
oman kemur maður av gørðum.
“Kóka nú kaffi, ger rokkin til reiðar!”
Hugnaligt í stovu, um frystir eru teigar.
Har kemur Klæmint við kørðum.
Deil tíðindi á
Fleiri sangir
Sangløtur
Sjeikurin
Hon liggur har í songini
við dýnu upp undir øs.
Eg spyrji: “Tú, hvat bagir tær?
Tú gert meg heilt nervøs!”
Hon svarar ikk…
Jólasangir
Í Betlehem, í Dávids stað
Í Betlehem, í Dávids stað
har birtist ljós til kláran dag;
tað lýsti yvir myrku vrá,
og hirðar mundu undur sjá.
2. Og…
Sangløtur
Kærleikin er størsta boðið
Tað er ein bøn í hjarta mínum
At Gud er her hjá børnum sínum
Hann tendrar ljós og gevur styrki
Í skúla og til dagsins yrki…