FFS sangir.

Morgunsangir

Sjá, tú blánar

1. Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.
Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,
syngur tjóðin tær glaðasta song.
Um enn nær ella fjart
ert tú sál míni kært,
sum tú fedrunum vart;
tí tú glógvar so bjart
sum tú sóleyga bart
gjøgnum náttmyrkrið svart,
blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.

2. Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;
og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,
síggi brim randa strendur og berg,
hoyri vetrarins brot
boða summarsins lot,
hoyri heystmyrka lag,
boða várljósan dag.
Fylkjast rað vit í rað,
kenna hjørtuni tað:
vit við tær stevna stinnir avstað.

Orð: Hans A. Djurhuus, 1920
Lag: Gunnar Mikkelsen

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Morgunsangir
Gróður og fleyr
Gróður og fleyr av útsuðri, sól gyllir landið so fríð. Vón fyri avburðarskurði tykist at vera í tí. Grøsini grøn, blomstr…
Morgunsangir
Mána og sól
Mána og sól, vindar og skíggj, og blómur og børn, skapti vár Gud. Himmal og jørð, alt eigur Hann. Harri vár Gud, vit Tær t…
Morgunsangir
Fyri allar gávur
Mong tey klaga um veður og vind Onnur klaga um klæði og mat. Men eg vil ikki vera ein av teim, Milliónir ei hava mat og he…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband