FFS sangir.

Morgunsangir

Nú er summartíðin gylta

1. Nú er summartíðin gylta – hoyrið fagran fuglasong,
grasið stendur sveimandi og sóljuskrýtt.
Summardáin upp seg toyggir,fagurt er um bø og ong,
og teg kínir milt um ennið lotið lýtt.

Nið:
Vit Tær takka, kæri Faðir, fyri ársins ljósu tíð,
fyri lýkku, lív og lit um land og hav.
Mest av øllum Tínum kærleika vit vilja gleðast í
og Tær lova fyri Sonin, ið Tú gav.

2. Tjaldrið spennir sínar veingir og fer flagsandi framvið,
spógvin titar runt á teigum her og har.
Ternan verjir væl um ungar sínar: lat teir fáa frið!
Lundin ytst á egg so spelkin brettir sær.

3. Seyður liggur trygt í haga – sæst um dalar og um skørð,
pollamjørkin rekur fram við fjallatrom.
Sólin kagar fram í glottum – setur lit á fjall og fjørð,
og við sjóvarmálan damlar æðan tom.

4. Sólin setur – kvirra legst um land og kyrrindi um sund.
Ljós er náttin – nú er logn á hvørji vág.
Eg má lova mínum Gudi, áðrenn eygað fer í blund
fyri allan vakurleikan, ið eg sá.

Orð: Øssur Berghamar
Lag:

Deil tíðindi á

Fleiri sangir

Sangløtur
12. mars
12. mars á grækarismessu kemur okkar’ tjaldur. Ja, vit kenna tjaldrið væl, tí nýtist einki spjaldur. Svart og hvítt við…
Sangløtur
Veturin rópar
1. Veturin rópar í fjøllum og dølum: Nú kemur grýlan við fjøruti hølum. Ein er av silki, og ein er av tveini, ein er av sp…
Morgunsangir
Tað kundi verið eg
Tað kundi verið eg 1.Handan høga fjallið búgva børn, ið líkjast mær Á myndini ein skúli, og eg kundi gingið har Ein gent…
Kervi+
Næmingafrávera
Office 365
Wiseflow
Sangir
Samband